Kunnu gera alt uttan brilluglas við styrki

Eitt ár er nú liðið síðani Høgni og Heini Tausen keyptu Grótvirkið í Skopun og teir eru væl nøgdir við gongdina higartil.

- Tað, sum vit kanska vóru mest bangnir um, var hvussu maskinurnar fóru at virka. Teir vóru gamlar, men tær vísa seg at virka sera væl, hóast aldurin, sigur Høgni Tausen, stjóri.

 

Høgni Tausen sigur, at hóast gerð av gravsteinum er tað berandi undir virkseminum, so hava teir gjørt nokk so nógvar jólagávur í seinastuni, serliga klokkur úr gróti.

- Fólk siga gjarna, at um tey kunnu fáa føroyskan gravstein, so vilja tey hava tað. Tað vísir seg tó, at tað eru fá, ið vita, at vit eisini gera gravsteinar. Í mun til útlendskar veitarar, so kunnu vit eisini skera steinarnar til, soleiðis sum fólk ynskja teir, so teir gerast meiri persónligir.

 

Høgni Tausen sigur, at teir royna at fáa fólk at koma við egnum hugskotum.

- Tað tørvar ikki vera so nógv, men bara okkurt, sum ger tað til teirra egna stein. Um tey koma við hugskotinum, so skulu vit nokk royna at tilevna tað. Vit plaga at siga, at vit kunnu gera alt, uttan brilluglas við styrki.

 

Høgni Tausen sigur, at enn gera teir ikki tað stóra av prýðislutum sum so, men teir ætla at gera okkurt í samband við sólarmyrkingina komandi ár. Tá koma nógv ferðafólk til Føroya, ið ofta ynskja at fáa føroyskar minnislutir heim við sær. Tá skal tað sjálvandi verða føroysk framleiðsla, og Føroya Grótvirki vil gjarna hava okkurt at bjóða ferðafólkunum.

- Vit hava ikki heilt avgjørt, hvat tað skal vera, men tað verður sjálvandi okkurt úr føroyskum gróti og sum vísir til sólarmyrkingina.

 

Tá Vikublaðið kemur á gátt, stendur Høgni Tausen og skerir trapputrin til einar innandura trappir.

- Hetta er fyrsta trappan eg geri, so tað er ein avbjóðing, men tað er bara stuttligt at royna okkurt nýtt og strekkja seg út um tað, ein er vanur at gera, sigur Høgni Tausen.

 

Umframt gravsteinar, prýðislutir og jólagávur, so sker Føroya Grótvirki eisini borðplátur.

- Ein skal gera sær ómak at skøva eina steinplátu. Tað eru so nógvir fyrimunir við grótplátum í mun til til dømis linoleumsplátur. Einum tørvar ikki vera so bangin fyri at skera niður í steinum, ein kann seta heitar grýtur og pannir beinleiðis niður á borðið og so framvegis, greiðir Høgni Tausen frá.