Heildarkvotan av kongafiski í Irmingarhavinum í ár er 20.000 tons, og av henni eiga føroyingar 6,73 prosent, sum svarar til 1.346 tons.
Fiskimalaráðið sigur á heimasíðuni, at fiskiskapurin í Irmingarhavinum í ár er skipaður eftir sama leisti, sum hevur verið tey seinastu árini.
Eftir hesum verður føroyska kvotan býtt millum teir fýra trolararnar, sum hava havt fiskiloyvi undanfarnu árini. Í 2013 høvdu trolararnir Enniberg, Gadus, Ran og Vesturvón loyvi at fiska kongafisk í Irmingerhavinum.
Kunngerðin ásetir, at føroysk skip kunnu royna eftir kongafiski á eini leið norðarlaga í Irmingerhavinum frá 10. mai og árið út.
Eisini norðanfyri
Fiskimálaráðið hevur eisini lýst kunngerð um fiskiskap eftir kongafiski í altjóða sjógvi norðan fyri Føroyar í ár.
Mest loyvda kvotan har er 19.500 tons. Hon er ikki býtt, men er felags fyri skip úr Føroyum, Grønlandi, ES, Íslandi, Noregi og Russlandi.
Fiskimálaráðið sigur, at samsvarandi semjuni í NEAFC ásetir kunngerðin, at fiskiloyvi kann verða latið teimum føroyskum skipum, sum eftir 2006 hava verið í beinleiðis fiskiskapi eftir kongafiski í NEAFC-skipanarøkinum, t.v.s. í altjóða sjógvi í Norðurhøvum ella í Irmingerhavinum.
Tað er loyvt er at fiska kongafisk í Norðurhøvum frá 1. juli til 31. desember.










