Fríggjadagin kom so endiliga dagurin, tá vinnararnir í Summarkappingini skuldu finnast. Trekt var á niðaru hædd í Miðlahúsinum, og har vóru nøkur fólk komin saman, tá dragast skuldi. Teir báðir, sum funnu vinnararnir, vóru stjórin á Atlantic Airways, Magni Arge, og ábyrgdarblaðstjórin á Sosialinum, Jan Müller. Eftir dráttin fingu vit orðið á Magna Arge.
Trongja til at sleppa burtur
Vit spurdu Magna Arge, hvat vinnararnir kunnu vænta sær, tá teir fara uttanlands.
- Eg vóni, at vinnararnir fara at fáa minst líka gott veður uttanlands, sum teir hava havt í Føroyum seinastu tíðina. Veðrið hevur verið gott um okkara leiðir, og tí er sjálvandi ringt at fara av landinum. Vit trongja tó øll til at sleppa burtur heimanífrá við hvørt, og tað er tað, sum hesir vinnararnir fyrst og fremst sleppa.
Magni heldur annars, at vinnararnir kunnu fáa rættiliga ymiskar upplivingar á teimum ymsu støðunum.
- Eg hugsi, at vinnararnir kunnu fáa rættiliga ymiskar upplivingar. Teir kunnu m.a. koma til stórar býir so sum London, Keypmannahavn og Oslo, meðan teir eisini kunnu sleppa til sovorðin meir feriukend støð so sum Lalandia ella okkurt stað á Jútlandi ella kanska til Íslands. So har er rættiliga nógv ymiskt, sum vinnararnir kunnu koma at uppliva, sigur stjórin á Atlantsflog.
Atlantsflog hevur fleiri tilboð
Atlantic Airways hevur annars økt nakað um fráferðirnar í summar. M.a. hava fólk nú møguleika at koma til bæði London og Aalborg meir enn einaferð um vikuna, samstundis sum túrarnir til Keypmannahavnar eru fleiri í tali dagliga, enn teir áður hava verið. Harafturat er nú eisini møguleiki at sleppa til Grønlands umvegis Ísland, sigur Magni Arge.
- Atlantic Airways hevur gjørt serliga nógv við at víðka um ferðatilboði til m.a. London. Síðani hava vit eisini tikið Grønland við í ferðslunetið hjá okkum, soleiðis at man kann ferðast úr Føroyum um Ísland og niðan til Narsarsuaq í Grønlandi. So um tað ikki eru so nógv nýggj ferðamál, so er tað í øllum førum nakað nýtt, at tú kanst ferðast víðari upp til Grønlands.
- Harafturat eru nógv fleiri fráferðir til Keypmannahavnar. Vanliga hava vit verið á fýra fráferðum um dagin til Keypmannahavnar, men nú liggja vit uppi á fimm fráferðum um dagin, so føroyingar hava uttan iva nógvar møguleikar at koma avstað, sigur Magni Arge at enda.