Atlantic Airways Tórshavn Marathon kemur nú á lista hjá felagsskapinum Association of International Marathons and Distance Running (AIMS). Hendan altjóða góðkenning fer at styrkja marknaðarføringina av renningini í Føroyum og kann vera við til at fáa enn fleiri útlendingar til Føroya at renna.
Í ár koma út við 300 rennarar – umframt fylgjarar – úr útlandinum til Tórshavn Marathon, sum verður hildið sunnudagin 3. juni.
Tórshavn Marathon og Bragdið boða frá, at uppmáting av rutuni kann órógva ferðsluna í kvøld. Marathonrutan skal uppmátast soleiðis, at hon stendur altjóða mát, 42.195 metrar, og hetta verður gjørt í kvøld.
– Uppmátingin fer fram í Havn og eftir landsvegnum til Kaldbaks og hetta kann elva til órógv í ferðsluni. Uppmátingin fer fram á súkklu og súkklað verður mitt á vegnum og heitt verður á bilførarar um at geva hesum súkklara serligan ans og koyra sera varisliga.
Marathon tiltakið í Havn sunnudagin 3. Juni er eitt tiltak, har øll kunnu luttaka, og tað ber til bæði at renna og ganga teinarnir, eru marathon, hálvt marathon, 10 km, 5 km og so ein familjuteinur á 1,6 km, har øll familjan kann stuttleika sær saman eina løtu. Her er rúm fyri øllum, eisini barnavognum og koyristólum.