Vaksin fólk kunnu í mesta lagi eta grind einaferð um mánaðin.Tað er niðurstøðan í nýggjasta kosttilmælinum um grind. Tað er Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum nú hevur gjørt sítt kosttilmæli um grind og tað er ikki heilt so víðgongt sum tilmælið frá Pál Weihe og Landslæknanum.
Heilsufrøðiiga Starvsstovan sigur, at seinastu árini eru fleiri kanningar gjørdar av heilsuskaðiligum evnum í okkara matvørum og árin teirra á menningina og heilsuna hjá fólki.
Serfrøðingabólkar undir altjóða felagsskapum hava mett um hesar kanningar og gjørt nýggjar tilráðingar um, hvat fólk kunnu fáa av heilsuskaðiligum evnum við føðini uttan at tað er heilsuskaðiligt.
Áður hava tilráðingar verið fyri kyksilvur, og nú eru so eisini gjørdar tilráðingar fyri dioxin og dioxinlíknandi PCB.
Við støði í hesum sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan, at vaksin fólk eiga í mesta lagi at eta ein døgurða av tvøsti og spiki um mánaðin.
Ein døgurði er 250 gramm av tvøsti og 50 gramm av spik spiki, tá ið tað er rátt, altso ikki viðgjørt. Og tá verður eisini mett, at eitt vaksið fólk vigar 70 kilo.
Men so er eitt serligt tilmæli til konufólk.
- Gentur og kvinnur eiga at halda seg heilt frá at eta spik, til tær hava átt børnini.
Kvinnur - sum ætla at gerast við barn innan tríggjar mánaðir, barnakonur og kvinnur, ið hava barn at brósti ? eiga helst einki tvøst at eta.
Annars eiga grindanýru og grindalivur ikki at verða etin yvirhøvur.










