Kunningardiskurin skiftir eigara

Teir, sum seinnu árini hava rikið kunningardiskin á flogvøllinum í Vágum, hava sagt upp. Kunningarstovan í Vágum fer væntandi at reka diskin í framtíðini

Kunning

Flogvøllurin:Kunningardiskurin á flogvøllinum fær nýggja leiðslu um ikki so langa tíð.
Kunningardiskurin á flogvøllinum hevur verið rikin privat seinnu tíðina. Men teir, sum hava staðið fyri honum, hava nú sagt upp.
Jákup Luni Lauritsen, sum er annar teirra, ið hevur rikið kunningardiskin, sigur, at hann heldur, at tíðin er komin til, at onnur - og her hugsar hann mest um Kunningarstovuna í Vágum - taka yvir, um vilji er til tess.
?Eg vil fegin gera greitt beinanveg, sigur Jákup Suni Lauritsen, at her verður farið fram í sátt og semju, og alt verður gjørt eftir egnum ynski. Eg havi annað virki í Sørvági, og tað fari eg at brúka mína tíð uppá, sigur hann.
Ein onnur grund er, sigur Jákup Suni Lauritsen, at virksemið, sum hevur veirð til grund fyri kunningardiskinum, er minkað munandi, nú virksemið hjá Strandferðsluni er minkað á flogvøllinum.
Poul Jakup Thomsen, fólkaflutningsleiðari hjá Strandfarskipum Landsins, váttar, at Strandferðslna hevur sagt avtaluna við kunningardiskin upp.
?Fortreytirnar hjá okkum broyttust munandi, so vit hildi ikki grundarlag vera fyri at halda fram við samstarvinum, sigur hann.
Hann vísir á, at tá Súlan lá undir Standferðsluni, varð Mykinesleiðin umsitin av kunnigardiskinum á flogvøllinum. Nú er Mykinesleiðin boðin út, og tann parturin av virkseminum hjá Strandferðsluni er burtur.
Tá Vágatunnilin lat upp, minkaði ferðafólkatalið við bussunum heilt munandi, og tí er eisini minni samskifti tann vegin millum Strandferðsluna og kunningardiskin. Eisini verður flogrutan boðin út fyrsta dagin, væntar Poul Jákup Thomsen, og so er Strandferðslan soleiðis meira ella minni heilt burtur úr myndini. Eftir er tá bara eitt sindur av farmaflutningi, sigur hann.
Jákup Suni Lauritsen sigur, at hann heldur tað vera rímiligt, at Kunningarstovan í Vágum fær møguleika at reka kuningardiskin á flovøllinum, og hevur hann tí eisini boðið Kunningarstovuni at yvirtaka raksturin.
Terji Nielsen, kunnignarleiðari í Vágum, váttar, at Kunnignarstovan er í ferð við at finna eina loysn á málinum.
?Tað er alneyðugt, at kunningardiskurin er á flogvøllinum. Tí tað er fyrsta inntrykkið fremmandi ferðamaðurin fær av landinum. Og tað skal vera gott. Vit arbeiða við at finna eina loysn saman við Ferðaráðnum og hinum kunnignarstovunum í landinum, sigur hann.
Enn er eingin avgerð tikin um framtíðina hjá kunningardiskinum á flogvøllinum. Men kunningarleiðarin í Vágum er ivaleysur í, at har fer at vera lív eisini í framtíðini.