Ólavur í Beiti
Í tíðindaskrivi frá Ferðráð Føroya, verður m.a. sagt at Vinnumálastýrið hevur eftir áheitan frá Feraráð Føroya og Strandfaraskipum Landsins viðmælt einari umlegging av Kunningardiskinum á flogvøllinum. FerðaráðIð hevur síðan byrjan staðið fyri rakstri og dagliga virkseminum av Kunningardiskinum, sum tó øll árini hevur fingið fígging frá fleiri stovnum og vikrjum, sum hava keypt sær tænastuveitingar.
Stranfaraskip Landsins, Atlantic Airways, Smyril Line, Tele Føroyar, Faroe Travel og okkurt annað felag eisini, hava fíggjað raksturin av Kunningardiksinum higartil, men frá 1. mai 99 verður tað gjørt undir øðrum formi.
Fleiri funktiónir
Reidar Nónfjall, stjóri í Strandferðsluni sigur, at um miðjan november í ár verður søkt eftir fólki at taka sær av Kunningardiskinum, Kunningardiskurin verður útbjóðaður við øðrum orðum, og verður so hugt eftir, hvør hevur besta uppskot um at reka Kunningardiskin víðari.
? Kunningardiskurin hevur havt sína týðandi funktión á flogvøllinum og veitt ymiskar tænastur bæði viðvíkjandi ferðaleiðum, ferðamøguleikum og gistingum, og eitt nú eisini leiga fartelfonir út til ferðandi, og er einki at ivast í at hetta virksemi kemur at halda fram, men tað kann eisini hugsast, at annað er at bjóða kundanum.
? Og tað er hetta sum liggur í útbjóðingini at viðkomandi, sum kemur at taka sær av Kunningardiskinum skal verða førur fyri at veita verandi og nýggjar tænstur aftur ímóti brúkaragjaldi.
Hvíla í sær sjálvum
? Ætlanin er at Kunningardiskurin skal hvíla í sær sjálvum og Strandferðslan skal ikki gjalda meiri enn hon hevur gjørt higartil og heldur ikki hini feløgini sum hava verið við higartil, sigur stj´roin í Strandferðsluni.
Leygardagin fingu tey tvey starvsfólkini uppsøgnina frá Ferðaráðnum, og hava hesi starvast við Kunningardiskin síðan hann lat upp fyri 12 árum síðani.