Gøta: Í sambandi við, at G! festivalurin verður hildin í Gøtu tann 18. og 19. juli bjóða fyrireikararnir borgarunum í kommununi og øllum øðrum áhugaðum til kunnandi fund í Losjuni í Gøtu klokkan 19 í kvøld.
Fyriskipararnir fara at greiða frá, hvat festivalurin hevur á skránni og hvussu tiltakið fer at seta dám á Gøtu bygd.
Festivalurin var á fyrsta sinni á skránni í fjør og bygdarfólki tók sera væl undir við tiltakinum. Veðrið var eisini ógvuliga gott hetta kvøldið, og festivalurin eydnaðist væl á Gøtusandi.
Í ár er festivalurin størri í vavi og fer væntandi at draga nógv fólk til bygdina. Bæði útlendingar, fjølmiðlar, føroyskir festival gestir og onnur fara at leita sær til Gøtu.
Fyrireikararnir síggja G! festivalin sum eina avbjóðing bæði fyri teir sjálvar og fyri onnur, sum eru við í tiltakinum, og er hetta orsøkin til fundin, sum verður hildin í kvøld.
? Bjóðað verður inn til fundar fyri at hoyra, hvussu fólk í økinum kundu hugsað sær at tikið lut. Listin av hjálparfólkum er stórur og fyriskipararnir ynskja at bjóða teimum við, ið hava stundir og hug at taka lut og hjálpa til einhvørjum, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Á G!festivalinum verða nógv spennandi nøvn. Høvuðsnavnið er uttan iva Bomfunk MC´s úr Finlandi, men onnur spennandi nøvn, sum eitt nú K-SYSTEM, Úlpa, Glorybox, Eivør, Clickhaze, Hanus G. Johansen, Enekk og onnur verða á skránni.