Kl 19:30 í kvøld verður fundur á Skúlaheiminum í Havn, har kunna verður um yrkisútbúgvingar innan grafiska- og miðlayrkið Yrkisdepilin og yrkisnevndin innan grafiska- og miðlayrkið hava fingið vitjan av Flemming Roed Jensen, Anders Mosumgaard og Ullu Gorm Pedersen frá donsku yrkisnevndini innan grafiska-og miðlayrkið. Tey komu í dag, og fara tey saman við føroysku yrkisnevndini kring landið at vitja nøkur virkir innan yrkið.
Mikukvøldið 18. apríl, kl. 19.30 verður almennur kunnandi fundur á skúlaheiminum við Marknagilsvegin, í hølinum, har Skeiðsdepilin plagar at halda til. Hesin fundur er ætlaður fólki, ið hava áhuga fyri yrkinum, og kundu hugsa sær at fara í læru innan tær ymisku útbúgvingarnar, ið hoyra fakinum til. Onnur áhugaði eru eisini hjartaliga vælkomin.
Tey fara at greiða frá hvørjir útbúgvingarmøguleikar eru, og annað viðkomandi, tað verður eisini møguligt hjá áhoyrarunum at seta spurningar.
Vónandi verður hetta ein gevandi fundur, og at fleiri møta til fundin. Tiltakið er ókeypis.