Fáa vit Hvalbiarfjørð afturat, er grundarlag fyri økja munandi um virksemið í Suðuroy.
Tað sigur Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún og limur í leiðsluni í Bakkafrost.
Á landsfundinum hjá Miðflokkinum um vikuskiftið varð Odd Eliasen boðin við sum gestarøðari, og tað slapst ikki undan, at hann eisini varð spurdur um støðuna viðvíkjandi aling í Suðuroy.
Tað kemur serliga eftir at suðuroyingar hava átalað, at tey í Bakkafrost eru farin at føra livandi laks úr Suðuroy á kryvjivirkið norðanfyri, við teirri avleiðing, at tey, sum arbeiða á kryvjivirkinum í Vági missa nógv arbeiðið.
Odd Eliasen sigur, at á sinni gjørdi alivinnan eina skrivliga avtalu við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, og myndugleikarnar annar, um at umskipa aliøkini ímillum tey trý alifeløgini í Føroyum.
Ein partur av tí avtaluni var, at Bakkafrost skuldi fáa Hvalbiarfjørð afturat verandi aliøkjum.
Les eisini: Hetta er eitt ótrúliga stórt vónbrot
– Fyribils eru øll liðini sett í verk - uttan tann parturin, har Hvalbiarfjørður varð lagdur afturat aliløkinum hjá Bakkafrost, sigur stjórin á Havsbrún.
Hann sigur, at sum støðan er nú, hevur Bakkafrost tvey aliøki í Suðuroy, har teir ala 4.000 tons. Og tað er ikki grundarlag fyri at hava eitt kryvjivirki í Suðuroy, sigur Odd Eliasen.
– Tað kosta minst 1,50 ella tvær krónur meiri at kryvja í Vági enn at flyta fiskin á kryvjivirkið norðanfyri. Men høvdu vit fingið Hvalba afturat, soleiðis sum vit høvdu ætlað, hevði alingin í Suðuroy kunna tvífaldast, ella gott tað, upp í eini 10.000 tons, og so er støðan ein heilt onnur, sigur hann.
Les eisini: Hetta kunnu vit ikki liva við
– Vit hava sagt, at so høvdu vit kjølfest virkið í Vági. Vit hava longu flutt útgerð av kryvjivirkinum í Klaksvík, suður til Vágs, so vit sita bara og bíða til Vinnumálaráðið hevur avgreitt hendan partin av avtaluni eisini.
Hann sigur eisini, at eftir íløguætlanini hjá Bakkafrost skal ein smoltstøð byggjast í 2019, og fáa vit Hvalba eisini, verður hon bygd í Suðuroy, sigur Odd Eliasen.
Hann sigur, gongur alt eftir vild, hevði tað snúð seg um eini 80 - 100 arbeiðspláss, sum kundi verið skapt aftur í Suðuroy.