Kundi verið betur

GÍ-veteranurin Magni Jarnskor helt eftir seinasta dystin, at GÍ kundi havt fingið meira burtur úr kappingarárinum í ár.
- Vit byrjaðu sera væl, men so komu vit inn í eina downperiodu, sum vardi alt ov leingi. Vit kláraðu ikki at vinna okkara dystir, og vit hava spælt 11 javnleikir í ár. Javnleikir muna alt ov lítið, tá ið tú fært trý stig fyri at vinna ein dyst, segði Magni Jarnskor.- Vit høvdu ein møguleika at røkka bronsuna áðrenn seinasta dystin, men nú endaðu vit nummar 6, og eg haldi, at vit kundu havt rokkið longur fram í ár. Hetta er sjálvandi eitt stórt framstig samanborið við í fjør, tá ið vit vóru heilt nær við at flyta niður, segði hann.