Eftir trýst frá fjølmiðlunum fer løgmaður í næstum at leggja fram uppskot um at taka av »gyltu eftirlønirnar« hjá landsstýrismonnum, sum løgmaður sjálvur orðar seg.
Løgmaður hevur sagt, at hann er samdur við álitinum, sum ein nevnd hevur gjørt um, hvussu landsstýrisfólk skulu lønast og eftirlønast. Har verður millum annað skotið upp, at løgmaður fær eina lønarhækking upp á 200.000 krónur árliga.
Men hóast álitið eisini sigur, at løgmaður og landsstýrisfólk skulu eftirlønast sum onnur fólk við at fáa 15 prosent í pensjónsinngjaldi, so fer tað ikki at raka Kaj Leo Holm Johannesen og hansara fólk í Tinganesi.
Um vit rokna um tænastumannapensjónina, sum landsstýrisfólk fáa, til vanligt pensjónsinngjald, so svarar tað til eitt pensjónsinngjald upp á upp til 300 prosent. Hetta er tí, at politikararnir hava lagt sær tað so væl til rættis, at tey tjena sær fulla pensjón eftir at hava sitið í landsstýrisnum í bara átta ár. Eisini hava tey lagt sær tað so væl til rættis, at tey kunnu fara frá við fullari eftirløn sum 60 ára gomul, um tvær ferðir starvsaldur teirra í løgtinginum og landsstýrinum tilsamans, pluss teirra egni aldur, er 95 ár. Tað merkir, at um ein 60 ára gamal politikari hevur sitið í landsstýrinum og løgtinginum í tilsamans 17,5 ár, so kann hann fara frá við fullari penstjón sum 60 ára gamal.
Útrokningar hjá Sosialinum vísa, at hvørt valskeið kostar komandi ættarliðum upp í 55,5 milliónir krónur í eftirlønum til landsstýrisfólk.
Hesar 55,5 milliónir kundi Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður havt spart komandi ættarliðum, um hann var fyrr á sjóvarfallinum við hesum broytingum. Tá hann tók við sum løgmaður í 2008 lá eitt álit á borðinum, sum varð gjørt, tí fjølmiðlarnir tóku málið upp. Ta ferðina hendi einki. Seinni varð málið tikið uppaftur, og so varð aftur eitt álit skrivað og handað Kaj Leo Holm Johannesen í 2009. Ta ferðina hendi heldur einki. So var málið enn einaferð tikið upp í fjølmiðlunum, og aftur varð nevnd sett at skrivað álit, sum varð handað løgmanni nýggjársaftan í fjør. Einki er hent enn kortini. Men eftir at málið aftur varð frammi aftur, tók løgmaður tað við á løglistan á ólavsøku.
Men meðan hesi trý álitini eru skrivað og hava ligið og savna dust í onkrari skuffu í Tinganesi, so hevur taksametrið koyrt hjá øllum landsstýrisfólkunum. Tí hava Kaj Leo Holm Johannesen og næstan øll landsstýrisfólkini hjá honum longu uppspart sær fulla »gylta« pensjón.
Kaj Leo Holm Johannesen
2008-2013 5 ár +2 (kann sita til 2015)
Tá hetta valskeiðið er av, manglar Kaj Leo Holm Johannesen bara eitt ár í at fáa fulla løgmanspensjón upp á 35.000 krónur um mánaðin. Men hann hevur eisini rætt til eftirløn úr tinginum. Tí er honum longu tryggjarð full løgmanspensjón.
Johan Dahl
2008-2013 (2015) 5 ár +2 (kann sita til 2015)
Manglar bert eitt ár í fulla landsstýrispensjón upp á góðar 30.000 krónur um mánaðin. Saman við løgtingspensjónini hevur hann longu nátt fulla pensjón.
Bjørn Kalsø 6 ár +2 (kann sita til 2015)
2004-2008
2011-2013 (2015)
Hevur longu vunnið sær fulla pensjón upp á góðar 30.000 krónur um mánaðin, tá hetta valskeiðið er av.
Jørgen Niclasen 9 ár + 2 ár (kann sita til 2015)
1998-2003 (4ár)
2008-2011 (3 ár)
2011-2013 (2015) (2ár)
Hevur longu nátt fulla landsstýrispensjón og fulla løgtingspensjón. Hann fær tó bara aðra og tilsamans í mesta lagi eina løgmanspensjón. Tí hevur hann longu upptjent sær fulla løgmanspensjón upp á umleið 35.000 krónur. Politikarar kunnu leggja landsstýris-, løgtings- og fólkatingspensjónir saman, men fáa ikki meira útgoldið, enn fulla løgmanspensjón.
Jacob Vestergaard 7,5 ár +2 (kann sita til 2015)
2003-2004 (1 ár)
2005-2008 (2 ár)
2008-2011 (2,5 ár)
2012-2013 (2 ár)
Hevur longu vunnið sær fulla pensjón upp á góðar 30.000 krónur um mánaðin, tá hetta valskeiðið er av. Tað sum restar í fyri at fáa løgmanspensjón upp á 35.000 hevur hann nátt við løgtingspensjónini.
Annika Olsen 4,5 ár +2 (kann sita til 2015)
2008-2011 (2,5 ár)
2011-2013 (2 ár)
Manglar hálvt annað ár í fullari landsstýrispensjón, tá hetta valskeiði er av.
Karsten Hansen 8 ár (kann sita til 2015)
1998-2003
2008-2008
2011-2013 (8 ár)
Hevur longu vunnið sær fulla pensjón upp á góðar 30.000 krónur um mánaðin, tá hetta valskeiðið er av. Tað sum restar í fyri at fáa løgmanspensjón upp á 35.000 hevur hann nátt við løgtingspensjónini.