Teir eru kendir fyri at prika og arga, og hava langtsíðani vunnið sær kultstatus. Nú geva teir nýggja fløgu út og spæla á G! Mini.
Talan er um útisetabólkin maður:glotti við teimum báðum Ova ella Dennis Agerblad og Terji Messell.
Nýggja útgávan, sum eisini er tann triðja hjá teimum, er úti nú og hevur fingið heitið ?Land?.
Á heimasíðuni hjá G! Mini stendur, at fyriskipararnir eru glaðir fyri at kunna bjóða eina framførslu við maður:glotti á Spæliplássinum vikuskiftið 18. og 19. juli, har teir framføra løg av øllum trimum útgávunum hjá sær.
Umframt hetta fer Ova ella Dennis Agerblad at framføra elektro lebastift í Ground Zero við hjálp frá Terja Messel.
Fylg við fyri nærri tíðum fyri konsertirnar á www.gfestival.fo
www.madurglotti.dk
www.myspace.com/dennisagerblad