Kuldi drepur laks í USA og Kanada

Fram við kanadisku strondini hevur verið bítandi kalt í vetur, og veðurmátingar hava mált heilt niður í 40 kuldastig


USA/ Kanada

Tann nógvi kuldin fram við eysturstrondini av Norður-Ameriku og Kanada í vetur hevur elvt til stórar trupulleikar hjá alarum á leiðini.
  Hetta veit internet-tænastan, The Wave, at siga.
  Har kaldast hevur verið við kanadisku strendurnar, eru máld heilt niður í 40 kuldastig.
  Avleiðingin hevur verið, at alifiskur er deyður í ringunum hjá fleiri alarum.

Norðmenn raktir

Eitt norskt felag, sum hevur sítt virksemi útfyri strondini í statinum, Maine í USA, hevur eisini mist laks av tí nógva kuldanum.
  Kavaódnir hava eisini ført til nógvar seinkingar í USA og Kanada.