Økt pendling ávirkar tørvin á tænastum á bygd

Samfelagsgranskarin, Dennis Holm, sigur, at økta talið av pendlarum ella fjarferðum er við at máa grundarlagið undan tænastu útboðunum á føroysku bygdunum, serliga kring miðstaðarøkið. Hann greiðir frá, at fólk í Streymoynni og partvíst eisini í Eysturoynni og Vágum í vaksandi mun nýta tænasturnar í miðstaðarøkinum, har nógv teirra arbeiða. Tað kemur tí ikki óvart á hann, at Føroya Sparikassi letur aftur deildir í smærru bygdunum kring Havnina.

Sovibýir verða teir vanliga nevndir í londunum uttanfyri Føroyar. Smærri býir, har borgarar nærum bert yvirnáttað, meðan stórur partur av tíðini verður nýttur uttanfyri heimbýin. Vanliga er talan um fólk, sum ferðast við bili, bussi ella toki til arbeiðis inn í tey størru økini
Í Danmark verða hesi fólk nevnd pendlarar og á føroyskum er heitið fjarferðar. At fólk búseta seg í útjaðaranum og hava starv í miðstaðarøkinum er eisini eitt vanligt fyribrigdi í Føroyum.
Kanningar vísa, at talið av fjarferðum í Føroyum er støðugt økjandi. Fyrr í vikuni vórðu 16 fólk í Føroya Sparikassa søgd úr starvi og stovnurin letur aftur fimm deildir á bygd. Samfelagsgranskarin, Dennis Holm, sigur at økta fjarferðingin til miðstaðarøkið kann verða ein av orsøkunum til, at Føroya Sparikassi hevur valt at taka hesi stig - í øllum førum tá hugsað verður um deildirnar í Hósvík og Kvívík.
Orsøkin er einføld: Um tú býrt í t.d. Hósvík, og er til arbeiðis í Havn frá tíðliga á morgni til kl. 17-18 seinnapartin, so hevur tú ikki møguleika at gera nýtslu av tænastu tilboðum í heimbygdin, sum oftani lata aftur kl. 16.00. Hartil hevur tað eisini ávirkan, at tilboðini í Havn eru fleiri og í ávísum førum eisini betri.

Størri møguleikar
Samfelagsgranskarin, Dennis Holm, hevur kannað hugtakið fjarferðar. Hann hevur serliga arbeitt við bygdunum rundan um Havnina. Dennis greiðir frá, at ein stórur partur av arbeiðsstyrkini í bygdunum á Streymoynni arbeiða uttanfyri heimbygdina og ferðast dagliga til Havnar.
Í Havn er tænastu útboðið væl størri enn á bygd og tí gera fjarferðar sær dælt av mongu tilboðunum í høvuðsstaðarøkinum. Tey keypa inn gerandisvørur í Havn, har útboðið er størri og prísurin oftani er betur, og gera nýtslu av øðrum tænastutilboðum í høvuðstaðnum.
Tá borgarar á bygd eru í miðstaðarøkinum stóran part av degnum, kunnu hesir borgarar bert í avmarkaðan mun gera nýtslu av teimum tænastum, sum heimbygdin hevur møguleika at veita teimum.

Ikki óvæntað
Dennis Holm hevur kannað viðurskifti viðvíkjandi fjarferðing í Kvívík og Hósvík í Norðstreymi. Úrslitið er greitt. Stórur partur av borgararunum í Kvívik og Hósvík fjarferðast til miðstaðarøkið hvønn morgun til arbeiðis. Tað kemur tí ikki óvart á hann, at júst deildirnar hjá Føroya Sparikassa í Kvívík og Hósvík verða niðurlagdar í næstum.
Hann greiðir frá, at kanningar vísa, at fjarferðar nýta tænasturnar í miðstaðarøkinum og tí hava teir ikki tørv á somu tænastum í heimbygdini. - Tá flestu borgararnir hava sína dagligu gongd í miðstaðarøkinum velja tey oftani í eini fríløtu ella á leiðini heim frá arbeiða at nýta tilboð har, og tí verða tænasturnar í heimbygdini ikki nýttar í eins stóran mun, sigur Dennis Holm. Men fyri eitt nú tey eldru, sum ikki hava góðan møguleika at gera nýtslu av tilboðum aðrastaðni, er tað ein stórur missur, at lokal tænastu tilboð verða niðurløgd. Tað er altíð keðiligt at stovnar verða niðurlagdir á bygd - og eisini symbolskt hevur tað stóran týdning fyri bygdafólkið, sigur hann

Føroysk serstøða
Dennis Holm sigur, at hann hevur arbeitt við hugtakinum fjarferðing ella pendling síðan 2001. Kanningarúrslitini eru bygd á samrøður og spurnarkanningar seinastu tvey árini. Fyribils úrslit frá kanninginum vórðu løgd fram á eini altjóða ráðstevnu í Wales í August 2003, og ætlanin er, at ritið um pendlarar skal gevast út í Føroyum um ein góðan mánað. Bygdirnar Hósvík og Kvívík hava verið sonevndar "casir".
Hann greiðir frá, at ikki er óvanligt, at fjarferðarar í londunum uttanfyri Føroyar hava trupulleikar við at gerast partur av lokalsamfelagnum, orsaka av at ein stórur partur av gerandisdegnum verður brúktur uttanfyri heimstaðin. Úrslitini av føroyska kanningini vísa kortini greitt, at hetta er ikki støðan í føroysku bygdunum.
Dennis sigur, at tað vísir seg, at føroyskir fjarferðar hinvegin gera nógv fyri at varðveita sosiala sambandið við heimbygdina, hóast teir eru burtur stóran part av degnum. Dennis Holm vísir millum annað á, at sosiala lívið í t.d. Hósvík ikki tykist verða merkt av, at ein stórur partur av fólkinum eru fjarferðarar. Heldur tvørturímóti tykist bygdalívið í Hósvík verða ríkt, og tað er hetta sum skapar trivnað.