KSS byggir nýggja smiðju

- Verandi smiðjupartur er ov lítil, men tá smiðjan flytir í nýggja bygningin, verða umstøðurnar hjá mekaniska partinum eisini munandi betri, sigur stjórin í Klaksvíkar Sleipistøð.

 

Klaksvíkar Sleipistøð (KSS) er heildarveitari av teimum tænastum, sum fyritøkan veitir, men fyritøkan samstarvar eisini við aðrar veitarar, soleiðis at uppgávurnar kunnu loysast á besta hátt fyri allar partar.

 

Dygst við sjóvarmálan norðuri móti Kósabrúnni í Klaksvík hevur KSS sín smiðju-og maskinverkstað, og tað er eisini her - millum bedingina og skrivstovupartin hjá fyritøkuni - at nýggi smiðjubygningurin nú verður bygdur.

 

Frimodt Rasmussen, stjóri í KSS, sigur, at hetta er gamla smiðjan sum brendi, men sum nú verður bygt uppaftur.

 

- Tað er Malltek Byggivirkið í Klaksvík, sum ger arbeiðið, og ætlandi skal bygningurin standa liðugur í mai í ár.

 

Stjórin vísir á, at bygningurin er 524 fermetrar stórur, og síðan er ein partur í tveimum hæddum, soleiðis at her koma 158 fermetrar aftrat.

 

- Hetta verður ein smiðjubygningur og stálverkstaður burtur av, og her fer eisini sveisingin at ganga fyri seg.

 

Hann sigur, at sum er, er mekaniskur verkstaður og stálverkstaður í verandi bygningi, men her eru umstøðurnar vorðnar ov trongar.

 

- Verandi smiðjupartur er ov lítil, og tá smiðjan flytir í nýggja bygningin, verða umstøðurnar hjá mekaniska partinum í verandi bygningi eisini munandi betri.

 

Frimodt Rasmussen sigur, at nýggi bygningurin - oman og niðan - er 22 metrar langur, og í endanum oman eftir verður hurðagapið heilar 10 metrar breitt og 10 metrar høgt.

 

- Her verða nógvir hugsandi møguleikar, og her kunnu eisini byggjast smærri skip og bátar, um tað skal vera, tó at hetta ikki liggur í kortunum í løtuni, sigur Frimodt Rasmussen, stjóri.

 

Í temablaðnum - VINNA - sum var í VikuskiftisSosialinum fríggjadagin eru samrøður við stjóran í KSS um virksemið hjá Klaksvíkar Sleipistøð.