Kryddsild úr Leirvík á floksmannadegi í Fugloy

Hugskotið til dagin í Hattarvík eiga teir báðir, Gutti Winther og Símun Gullaksen.

 

 

Í morgin, leygardagin 3. juli, verður ein serstøk náttúru-, mat-og mentanaruppliving í Hattarvík - í fótasporum floksmanna, og í kvøld er umtókti kokkurin, Gutti Winther, í holt við at tilreiða leskiligar kryddsildabitar úr Tavuni í Leirvík til dagin í morgin, har 80 gestir eru væntandi.

 

Hugskotið til dagin í Hattarvík eiga teir báðir, Gutti Winther og Símun Gullaksen, og íblásturin til dagin hevur sín uppruna úr SvF-sendingini, Spískamarið” í 2014, har eitt nú varð borðreitt við langtíðarstoktum lambskjøti, sum varð niðurgrivið og stokt í einar fýra til fimm tímar.

 

Túrurin byrjar í Hvannasundi klokkan 8.45, har ferðast verður við Rituni til Hattarvíkar. Komin til Hattarvíkar, verður farið í land á Trøllagjónni, har vertirnir taka ímóti, og kósin verður tá sett beinleiðis til teigar floksmanna við Bakkahjallin, har kynt verður undir bál.

 

Síðan verður borðreitt við mergjaðum morgunmati, har serføroyskur viðskeri er á matarlepanum, eitt nú skerpikjøt, rullipylsa, kjøtpylsa, egg og ymiskt annað - alt úr tí serføroyska kovanum.

 

Eftir morgunmatin verður gongutúrur niðan á Eystfelli. Gingið verður niðan á Knúk og síðan allan vegin fram við eggini. Hugt verður omanyvir Bispin - ella Stapan - og niður í Leypurskorð, har bert tann eini veðrurin gongur. 

 

Síðan verður gingið oman ígjøgnum Líðina og inn í Uppistovugarðin. Hesin túrur tekur umleið tríggjar tímar, og á túrinum verða ferðaleiðarar og hjálparfólk, eins og greitt verður frá ymiskum søguligum á vegnum.

 

Tá fólk eru komin oman aftur úr haga, verða gestirnir móttiknir av kokkinum og eru við til at grava máltíðina upp og borðreiða. Afturvið verða føroyskt framleiddir snapsir og ein serlig bryggja' Floksmannabjór frá Føroya Bjór, sum hevur ymiskar góðar urtir úr Eystfellinum.

 

Undir borðhaldinum verður undirhald, tónleikur og frásøgur, og eftir borðhaldið verður farið upp á gólv, har góð kvæðafólk eru við í ringinum. Fráferðin úr aftur Hattarvík verður klokkan 19.45 við Rituni. Aldursmarkið til floksmannadagin í Fugloy er 18 ár.