23 ára gamli Jón Krosslá Poulsen er undir trýsti.
Framherjin hevur skotið flest mál fyri FC Suðuroy nakrantíð. Tað løgdu føroyameistararnir tilmerkis. Í vetur var hann knýttur at hópinum hjá HB. Ætlanin var púra greið. Jón Krosslá Poulsen skal skjóta mál fyri felagið.
Hann hevur seinastu árini runnið fremstu føroysku fótbóltsdeildirnar. Sama, um hann átti virknan leiklut millum ovastu liðini í næstbestu deildini, ella í botnstríðnum í bestu deildini, hevur hann skotið mál. 57 mál í alt.
Jón Krosslá Poulsen er nú farin undir sína størstu avbjóðing í fótbóltshøpi. Hann skal prógva sítt virði á føroyska meistaraliðnum. Ein øðrvísi leiklutur. Nú er hann bara ein av fleiri góðum spælarum. Hóast tað, er tað eitt treytaleyst krav, at hann skal skjóta mál. Tað skal ikki nógv til, at ein spælari, sum hevur fingið sína fótbóltsuppaling aðrastaðni, miseydnast í HB. Krøvini eru stór.
Hann skeyt sítt fyrsta mál fyri felagið um vikuskiftið.
Ikki eyðsýndur
Vágbingurin hevur ikki verið serliga eyðsýndur higartil. Partvís, tí HB hevur ikki verið serliga sannførandi fyrstu dystirnar. At síggja til tykist Jón Krosslá Poulsen eisini ov tungur, og ein avbjóðing er at betra um kropsstøðuna.
Jón Krosslá Poulsen var fremsti maður hesaferð. Seinast, tá HB spældi í Runavík, var hann framrættaður miðvallari. Hann tók ikki stórvegis lut í spælinum hesaferð. HB fekk, serliga í fyrra umfarinum, sjáldan ferð á bóltin, og tað var ikki stórvegis tørvur á framherjanum í spælinum. Stríðshugurin var hinvegin góður, og heimaliðið hevði fult tamarhald á dystinum. Tað var sostatt serliga hugaligt fyri føroyameistaranar, tá hann økti um leiðsluna. Stutt fyri hálvleik fór HB í skjótálop. Hann rann seg í góða støðu, fekk bóltin fyri føturnar og sendi bóltin framvið Hans Jørgensen, sum vardi málið hjá gestunum.
Óli Arge loysti framherjan av miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Reyður Gundadalur
Tað er kanska undirhaldandi fyri áskoðararnar, men tað er hinvegin einki, sum feløgini kunnu erpa sær av. Petur Reinert, dómari, fór tríggjar ferðir í troyggjulumman eftir reyða kortinum. Fyrst var Jovan Radinovic-Panic, 07 Vestur, útvístur. Hann tveitti seg høvuðleyst í glíðandi takling. Síðani Rógvi Holm, HB, fyri hevnisøku. Og síðstur var Sigtór Petersen, 07 Vestur, sum fekk sítt seinna gula kort. Tá var seinni umfarið hálvrunnið. HB var á odda við trimum málum, og gestirnir høvdu ongan møguleika at hótta leiðsluna. Reyðu kortini, og reyðklæddu havnarmenninir, sum vóru greitt við yvirlutan, settu sín serliga dám á dystin hesaferð.
Málrevurin
Andrew av Fløtum spælir ikki næstu tveir mánaðirnar. Hann er álvarsama skaddur. Jón Krosslá Poulsen kappast tískil bara við unga Jógvan Skeel Nolsøe um plássið sum fremsti maður. Ikki tí, aðrir kunnu væl røkja ta uppgávuna. Fortreytirnir fyri, at hann fer at spæla næstu dystirnar eru góðar. Treytin er hinvegin, at hann skýtur mál.
Nú hevur hann fingið hol á.










