Tí peningurin átti at verið har. Og einasta orsøk til, at nøkur fáa ov lítið, er, at ójavnt er býtt.?Tí - hvussu nógv kostaðu skattalættarnir, ið ABC-samgongan hevur givið? Tøl á borðið, takk.?Fyri hvussu nógvar mill. kr. av landsins ognum hevur ABC-samgongan givið privatum fyri onki? Fleiri tøl á borðið, takk.?Og hvussu nógv verður landskassin snýttur fyri um árið vegna væntandi eftirlit? Gevið eitt skot, takk.?Nei tit, krokudillutárum tykkara kunnu tit spara bæði tykkum sjálvum og okkum fyri.?Tit áttu heldur at fingið fingrarnar úr einum vissum staði og rættað skeivleikarnir innan skattaskipanina, soleiðis at breiðastu herðarnir koma til at bera tyngstu byrðarnar. ?Tit áttu eisini at tryggja, at fólksins tilfeingi bleiv goldið og ikki latið fyri einki, samstundis sum tilfeingi átti at verið verðandi á føroyskum hondum - og ikki sum nú, tá tað av strámonnum - sum higartil hava fingið fiskiloyvini fyri onki - verður selt útlendingum fyri milliónaupphæddir. Hetta síðstnevnda kann við tíðini fáa hættisligar avleiðingar og gerast galin endi bæði fyri land og fólk.?Tað má vera innlýsandi fyri øll - sjálvt funktionellar analfabetar - at landsins virðir eiga at verða verðandi fólksins ogn, og at henda ognin til allar tíðir eigur at vera ein av hornasteinunum undir vælferðarsamfelagnum.?Krokudillutár broyta onga gongd. Her mugu fundamentalar broytingar til, skulu ikki høgraradikalir og høgraheykar stjala fólksins ognir, samstundis sum teir seta byrðarnar frá sær til fólkið at bera. ?Fúl skomm, at láta sum um, mann skilir trongstøðuna hjá teimum veiku, samstundis sum mann sjálvur hevur skapt og skapar hana. Hyggið í speglið! Er ongin roði á kinnunum, so letist øll vón úti. Tí fólkið kann ikki liva av sjónleiki eina.?Tøk græt eisini við turrum tárum á sinni, og tað kostaði Balduri lívið. Gevið okkara Balduri ein kjans - grátið av hjarta yvir støðuna og gerið so nakað við tað, tað er tað tit eru vald til. Krokodillutárini kunnu tit stinga skrátt upp.