20 fólk doyðu, tá eitt minni flogfar datt niður yvir eini hús í Demokratiska Lýðveldinum Kongo. Flogskiparin var breti. Hini vóru úr Kongo. Talan er um eina heldur óvanliga flogvanlukku.
Bretska blaðið The Daily Telegraph skrivar, at eitt av ferðafólkunum hevði smuglað eina krokodillu umborð á flogfarið. Beint áðrenn flogfarið skuldi seta seg, slapp krokodillan leys. Tað elvdi til ruðuleika, sum endaði við, at flogfarið datt niður, skrivar blaðið.
Ein maður slapp livandi frá vanlukkuni, og tað er hann, sum hevur greitt skaðanevndini frá, hvat hendi umborð á flogfarinum. Sambært The Daily Telegraph hendi vanlukkan tann 25. august, men tíðindini koma ikki fyrr enn nú.
Lagnan vildi tað so, at krokodillan slapp frá vanlukkuni á lívi, men bjargingarmenninir, sum koma á staðið, beindu fyri henni.










