Krogh: Høvdu brúk fyri einum góðum avriki (FM1)

(FM1) Hoyr toppskjúttan hjá Føroyum, Peter Krogh seta orð á 37-22 sigurin á Grønlandi

Peter Krogh var sera eyðsýndur í 37-22 stórsigrinum hjá Føroyum ímóti Grønlandi í høllini á Hálsi í kvøld.

 

Stórskjúttin hjá H71 skoraði átta mál, og gjørdist føroyskur toppskjútti.

 

Peter Krogh fegnast um góða føroyska avrikið, og staðfestir, at aftaná stórtapið ímóti Danmark fyri stuttum í EM-undankappingini var tað sera týdningarmikið við einum góðum avriki og einum stórsigri ímóti Grønlandi.

 

Peter Krogh slær fast, at føroyska liðið fer aftur eftir sigrinum í morgin. Tað er týdningarmikið við góðum avrikum áðrenn føroyska liðið skal spæla EM-undankappingardystir ímóti Ukraini heima og úti, og Montenegro heima.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Peter Krogh aftaná dystin.