Á midnátt kom Kroatia alment upp í Schengen samstarvið.
Landið skifti eisini gjaldoyra frá kuna til evru. Harvið gjørdist Kroatia 20. landið at fáa sær evru sum gjaldoyra.
Sum limur í Schengen samstarvinum verður Kroatia ein partur av markleysa økinum í ES. Og landi fær ábyrgd fyri at ansa uttaru mørkunum hjá ES.
Tað er fyrstu ferð í fleiri enn 10 ár, at Schengen samstarvið verður víðkað.
8. desember varð avgjørt, at Kroatia kundi leggjast afturat hinum 26 londunum í Schengen.
Tað var á einum fundi í Brússel 12, at Kroatia fekk játtan til at gerast partur av samstarvinum.
Tá eitt nýtt land skal upp í Schengen samstarvið, skal tað samtykkjast einmæl av ES londunum.
Meðan Kroatia í desember fekk ja til at gerast partur av marknasamstarvinum, sýttu ES londini Rumenia og Bulgari at vera við.
Sambært tíðindastovuni AFP siga búskaparligir serfrøðingar, at avgerðin um at taka evruna sum gjaldoyra í landinum fer at verja búskapin í eini tíð, har inflatiónin hækkar kring heimin, eftir at russiska innrásin í Ukraina hevur fingið prísin á matvørum og brennievin at vaksa.
Kroatar hava tó blandaðar kenslur, tá tosið er um landsins nýggja gjaldoyra.
– Vit fara at gráta um kuna, prísirnir fara at hækka, sigur Drazan Golemac, ein 63 ára gamal pensjónistur í landsins høvuðsstaði, Zagreb, við AFP.
Nógvir kroatar stúra fyri, at skiftið til evruna fer at fáa prísirnar at hækka. Teir stúra serliga fyri, at prísir verða rundaðir uppeftir, tá skift verður frá kuna til evru.
Marko Pavic, sum starvast á eini ferðaskrivstovu, heldur tó, at »Kroatia verður ein partur av einum úrvalsliði«.
– Evran er longu ein háttu at máta virði uppá. Psykologiskt er tað einki nýtt, men at gerast ein partur av Schengen eru fantastisk tíðindi fyri ferðavinnuna, sigur hann við tíðindastovuna.
Nýtslan av evru er longu vanlig útbreidd í landinum, sum hevur 3,9 milliónir íbúgvar, og sum gjørdist partur av ES í 2013.
Kroatia hevur mark til Slovenia og Ungarn, sum eru partur av ES, og Bosnia, Montenegro og Serbia, sum ikki eru limir í ES.
Landið fer at hava strangt marknaeftirlit við marki til tey trý síðstnevndu londini.
/ritzau/