Kristina á Reynatúgvu sagt upp

Leiðarin fyri barnaverndartænastuna í Sandoy segði seg í gjár úr starvi. Orsøkin er, at hon ikki kann liva við ivanum, sum er sáddur um starvssetan hennara og hennara viðurskifti við borgarstjóran, sum var við at seta hana

Uppsøgn: Í gjár segði Kristina á Reynatúgvu seg úr starvi sum leiðari fyri barnaverndartænastuna í Sandoy.

– Eg veit, at tað er mínar fakligu kvalifikatiónir, sum góvu mær starvið í barnaverndartænastuni í Sandoy, men eg kann, hvørki við mínum fakliga ella persónliga stoltleika liva við, at ivi verður sáddur um mína starvssetan, tí Páll á Reynatúgvu er maður mín, sigur Kristina á Reynatúgvu um uppsøgnina.

Hon leggur somuleiðis dent á, at hon hevur trivist í starvinum, og helt tað vera eitt gott og avbjóðandi starv.


Maðurin fór frá

Mikið rumbul hevur annars verið í miðlunum um Páll á Reynatúgvu seinastu tíðina, og eitt av nýggjaru hendingunum í hesum rumbli var, at Brandur Sandoy og tríggir aðrir bygdarráðslimir heittu á borgarstjóran, Páll á Reynatúgvu, sum eisini er maður Kristinu á Reynatúgvu, at leggja frá sær.

Hetta endaði við, at Páll á Reynatúgvu legði frá sær, við teirri grundgeving, at hann ikki kundi liva við áhaldandi áganginum á familju hansara.

- Kenni meg ikki sekan í teimum ákærum, sum eru settar móti mær, men kann ikki liva við, at familjan eg havi kær, ferð aftaná ferð, verður drigin gjøgnum fjølmiðlakvørnina saman við mínum politiska persóni. Vit orka snøgt sagt ikki meira, segði Páll á Reynatúgvu mánadagin.

Hendan ávirkan á familjuni hevur nú kravt enn meira.


- Setti konuna

Tá Brandur Sandoy og hinir tríggir sendu bræv til Páll á Reynatúgvu at leggja frá sær, vóru ikki nógvar grundgevingar í brævinum, men sunnudagin greiddi Brandur Sandoy frá, hví hann skrivaði undir áheitanina til Páll á Reynatúgvu at leggja frá sær.

- Tá leiðari fyri barnaverndina skuldi setast, hevði borgarstjórin eftir mínum tykki eina sera óhepna hond við í spælinum, har hann sjálvur var við at taka avgerð um, at tað ikki skuldi søkjast av nýggjum eftir leiðara, eftir at tann sum fekk starvið tók seg aftur. Tað sum ger, at hetta er serliga óheppið, er at ivi kann seta um gegnið hjá borgarstjóranum við hesi avgerð, tí at henda avgerð bar við sær, at hansara egna kona fekk starvið ístaðin. Hetta er ein støða, har metast má, at borgarstjórin var betri farin við at biðja varamann sín koma í sítt stað, fyri at ongin ivi skuldi ráða um hansara gegni, var bert ein av grundgevingunum hjá Brandi Sandoy.

Alt hetta stríð hevur nú havt fleiri avleiðingar, enn teir sum skrivaðu undir brævið ætlaðu, tí boðaði  Páll á Reynatúgvu frá, at hann leggur sær sum borgarstjóri, og nú hevur konan, Kristina á Reynatúgvu so eisini sagt seg úr starvi sum leiðari fyri barnaverndartænastuna í Sandoy.