Kristina: Fáa at síggja hvussu langt tað røkkur

Í kvøld skal Kristina syngja seg víðari í íslendska Grand Prixnum

Í kvøld luttekur Kristina Bærendsen í íslendska Eurovision. Seinna innleiðandi kappingini verður hildin í Háskólabio í kvøld, og tríggir av teimum seks sangunum sleppa víðari í finaluna, sum verður næsta vikuskiftið.

Kristina Bærendsen syngur duett saman við Páll Rósinkranz, og sangin Tú og eg (You and I) hevur Mark Brink skrivað.

- Vanliga stemma tey ungu nógv til slíkar kappingar, og hetta er kanska ikki akkurát ein sangur til teirra. Hetta er ein vøkur ballada, og vit ætla okkum at gera tað so gott, sum vit yvirhøvur kunnu, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Kristina Bærendsen.


RUV sendir íslendska Grand Prixið í kvøld frá kl. 19.45. Kringvarpið samsendir.