Kristina er tøtt sum fløskan – til í næstu viku

Enn vil hon vil einki siga um, hvør spara, hvør skal rinda meiri, og hvør sleppur lættari

Í næstu viku verður tað, at samgongan fer at leggja eina ætlan fram um, hvussu avlop fæst aftur á fíggjarlógina næsta ár

 

Og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálumm, hevur gjørt øllum greitt, eisini tingfólki, at av tí sama vil hon ikki siga nakað um støðuna enn.

 

Men hon staðfestir, at endamálið er at fáa avlop á fíggjarlógina næsta ár. Og tað verður eitt tak, tí seinastu metingarnar vísa, at hallið verður 150 milliónir í ár, og samstundis hevur samgongan lovað lág- og miðalinntøkum ein skattalætta fyri einar 170 milliónir krónur.

 

Kristina Háfoss sigur, at endamálið við tiltøkunum, samgongan fer at almannakunngera í næstu viku, er bæði at tálma útreiðsluvøksturin hjá landinum og at hækka inntøkurnar hjá landinum.

 

Men tiltøkini fara eisini at hava við sær eitt javnari og rættvísari býti av virðunum í samfelagnum.

 

– Landið hevur havt hall í átta ár á rað, men sum búskaparstøðan er nú,  má og skal landið hava avlop. Hetta er neyðugt fyri at hava eitt trygt grundarlag undir føroyska vælferðarsamfelagnum og fyri at tryggja búskaparliga haldførið nú og framyvir, sigur landsstýriskvinnan, nú Bjørn Kalsø, tingmaður, hevur spurt hana, hvussu støðan er.  

 

Kristina Háfoss sigur, at harafturat fer eitt avlop á fíggjarlógini at gera, at landið kann fara undir at rinda skuld aftur, heldur enn at økja skuldina, og at landið sostatt nærkast einum sjálvberandi og sjálvbjargnum búskapi.

 

Nógv hevur verið gitt um, hvørji tiltøk samgongan fer at seta í verk. Í hesum sambandi hevur verið mett, at ætlanin er at leggja avgjøld á fiskivinnuna og alivinnuna, at seta ymisk umhvørvisgjøld í gildi, sum tað verður kallað, og í hesum sambandi skal hægri avgjald leggjast á bensin og diesel. Samstundis hevur verið frammi, at inntøkur undir 250.000 krónur um árið, fáa skattalætta.