Kristin sendistova vitjar kring oyggjarnar

Hesar komandi dagarnar koma tvey umboð fyri Altjóða Kristnu Sendistovuna í Jerúsalem til Føroyar at vitja.

Talan er um samskiparan, Jørgen Leenders og formannin í donsku deildini av hesi kristnu sendistovuni, Stig Christensen.
Á ferðini vitja teir kirkjur og samkomur kring landið, og fara at greiða frá arbeiðinum hjá sendistovuni í Jerúsalem.
Fyrsti fundurin verður hóskvøldið í missiónshúsinum í Vestmanna og kvøldið eftir verður møti í samkomuni Oasuni í Hoyvík.
Leygardagin verða tvey møtir hildin í missiónshúsinum í Skopun, og sunnudagin verður serstøk hátíðargudstænasta í Tjørnuvíkar kirkju. Við hesa gudstænastuna fer Kingo-kórið at syngja og Stig Christensen at prædika.
Um kvøldið verður møti í Lívsins Orði í Runavík og mánadagin fara teir báðir donsku gestirnir avstað aftur.
Endamálið hjá Altjóða Kristnu Sendistovuna í Jerúsalem er m.a. at fáa kristin fólk kring allan heimin at biðja fyri Ísrael, og at kunna um landið og fara undir verkætlanir her. Arbeitt verður eisini við at skapa forsóning millum arabarar og jødar.