Vit báðir Kristin tóku læraraprógv 1967, sostatt eru liðin 45 ár síðani henda dag og 50 ár síðani, vit fóru undir henda lestur at gerast lærarar. Ja, tað er væl av vatni runnið í á, síðani tá. Vit eru báðir fuglfirðingar, hann vaks upp Heimi á Miðju og eg Norðuri á Bakka.
Slektin
Skyldmenn eru vit eisini bæði í faðirlegg og móðirlegg. Tað ger tað ikki verri. Tunt er tað blóð, sum ikki er tjúkkari enn vatn.
Mamma og Richard høvdu ættarbond úr Tarti í Oyndarfirði. Kristin eitur eftir abba sínum Kristin Joen Petur Poulsen. Langabbar okkara (Daniel Poulsen og Poul Andreas Haraldsen) vóru systkinabørn. Sostatt vóru Richard og móðir fermenningar.
Fransiska, mamma Kristin, og pápi vóru dupultir trímenningar. Símun Johan við Garð, abbi Kristin og omma mín, Johanna Maria í Toftum í Fuglafirði, vóru systkinabørn. Símun Johan var sonur Elias á Vestur og Johannu Mariu. Elias á Vestur og Gamli Poul, langabbi í Toftum, vóru brøður. Leggjast kann afturat, at langomma mín, Margretha, kona Lamba Símun, langabba á Hellunum, var systir teirra, tí verða omma og abbi ( Thomas Johan í Toftum í Fuglafirði) , systkinabørn. Pápi mín og Fransiska verða sostatt dupultir trímenningar. Soleiðis kann tað eisini sigast. Ja, eg meini tað, men urtin er ikki so galin, hóast tað.
Skyldskapur er altíð áhugaverdur. Onkur hevur sagt, at kennir tú fimm fólk, so kennir onkur teirra onkran, sum kennir Pávan. Ja, tað er slektin, sum melur í heysinum á okkum, tá ið vit stunda til ellina. Ja, og føroyingar eru óførir at greiða frá slekt og skyldskapi, hóast pávin ikki førir sína ætt víðari, so er hendan myndin ikki so galin at tríva í.
Símun Johan, abbi Kristin, var Giftur við Kathrinu, sum var ættað av Slættanesi. Hon doyði í barsilssong við Ketty 1926 og tók systirin, Elisabeth, húsið upp á seg Uppi við Garð.
Kristin – Føroya læraraskúli
Kristin hevur altíð kent sína skyldu, har sum hann hevur verið. Hetta hevur hann í kjøtinum borið, tí eg havi altíð hoyrt, at tey hjá Símun Johan við Garð eru ærukær, og æran er fagrasta træ í skógini. Hetta er eitt gott spjaldur at hava við sær gjøgnum hetta tíðarinnar hav. Kristin er eisini stak trúfastur og skilamaður.
Tá ið sjeyti ár eru rokkin, so er so nógv, sum dragast kann úr dragukistuni, sum vekir upp gomul minnir. Kristin arbeiddi eina tíð sum “Uttanbudamaður” í Piddasahandli, áðrenn hann legði leiðina til Havnar. Hetta var júst í tí tíðini, tá ið henda fyritøka var við at fara av knóranum . Fedrar okkara høvdu siglt við skipunum í hesum reiðaríi í mong ár. Greinskrivarin arbeiddi eisini á sama stað eina tíð, áðrenn leiðin lá til Havnar at ganga í skúla.
Kristin var eitt sindur seinri á sjóvarfallinum og kom eftir heystfrítiðina 1962 á Føroya læraraskúla í sama flokk, har vit úr Fuglafirði gingu: Jógvan Ólason, Hans Olaf Joensen og greinskrivarin. Sostatt vóru vit 4 úr somu bygd, sum fingu sess í Útistovu í sama flokki - í preppaflokkinum. Um tað mundið helt læraraskúlin til í Gamla kommunuskúlanum, og var hetta eini valahús í mangar mátar. Skúlin lá mitt í býnum, har innsúðurin og útsúðurin eftir Áarvegnum fór um “Lítlu oyggj”, og dró um horn og vegg á hesum gróthúsi í mangar mátar. Í dag eru tær lygnir og teir streymjaðarar í hesum vatni frá hesum døgum í minnunum sum poetiskar framstillingar i mangar mátar.
Martin Holm
Martin Holm var fimleikalærari og var eitt sindur speiskur við Kristin, tá ið hann kom inn um gátt á Føroya læraraskúla hendan heystarmorgun í 1962. Tað hevði okkurt við fimleikaklæðini at gera, at hann ikki hevði tey við til tann fyrsta fimleikatíman, men eg hugsi, sum frá leið, so ásannaði Martin Holm og hinir lærarnir við, at Kristin hevði so mangt annað innanborða í sínum førningi, har floygd orð í vitan og kunnleika høvdu gott festi í føroyskum hugtøkum - í lestri, skaldskapi og grundfesti í einari bygdarmentan, sum honum kom til góðar, øll árini vit gingu á hesum skúla. Ja, lat meg leggja tað afturat, at sjálvur Martin Holm, sum var vorðin stjóri, tá ið vit í juni 1967 fingu prógvið , helt fyri, tá ið Kristin fekk prógvið handað: “ Minnist tú, hvat je segði við teg hin dagin, tú komst á skúlan?” Kristin svaraði: “ Nei!” Kristin var bestur í flokkinum! Hansara lítilætna sinni skuldi ikki rætta tong við Martin henda dag. Nú var alt upp á tað besta, og dagurin í gjár var farin, og nú var at líta frameftir við einum góðum úrsliti, sum skuldi vera til gagns fyri Føroya skúla.
Læraratíðin og lærarastovan
Kristin hevur verið lærari á Glyvrum( 1967-70), í Fuglafirði (1971-2006) og ársskeið í føroyskum á Fróðskaparsetrinum 1970-1971. Hesi ár, vit starvaðu saman í Fuglafjarðar skúla, vóru góð ár. Serliga løturnar á lærarastovuni kundu verða stuttligar í lívligum kjaki um orð, orðafelli og orðatøk og málsligar villur í føroyskum máli. Ja, so ikki at gloyma, politikkin!
Hetta vóru skilafólk, sum her høvdu sítt sæti. Teir eldru lærarnir- Herluf, Sigurd, Johan, Arnold, Louvisa og Hálvdan høvdu eina natúrliga fatan av t. d. tí føroyska málinum, sum vit yngru tóku til okkum. Vit søgdu einki, men lurtaðu. Eg haldi persónliga, segði eg einki týggju tey fyrstu árini og Kristin uml. tað sama.
Við endan á langborðinum á lærarastovuni undir klokkuni á vegginum sótu ofta Svend Petersen, Hálvdan Mohr og Kristin. Hálvdan las Time Magazine, Svend, Kristiliga dagblaðið og Kristin helt seg meira til føroyskan lesna t. d. Orðafar, hóast hann eisini las dagbløðini. Tá ið Svend segði, at hann hevði lisið í Kristiliga dagblaðnum um Margaret Tatcher, ja, so segði Holvdan, at hann hevði lisið um sama evni fyri langari tíð síðani í Time Magazine.
Kristin kundi so koma við einari viðmerking um onkra grein í einum av okkara dagbløðum um skeivar bendingar t. d. har kallskynsorð bundin í fleirtal hvør- og hvønnfalli, rósaðust aftur og fram sum tongul í brimi. Nú broyttist kjakið. Nú kom lív í. Fleiri lærarar løgdu uppí, og í flestu førum vóru vit samdir, men tá ið tað tað snúði seg um politikk, tá kundu tað verða krappsjógvað við langborðið. Á einum sinni var greinskrivarin so dundrandi ósamdur við Theodor, sála, um politikk. Tá segði Theodor: “Eg havi rópt frægari mann niður enn teg!”
Á næsta fríkorterinum var stovan sum ein sveiti, og tað stóð við klettin. Øll tann politiska sjóvarilskan hevði lagt seg, og smílubondini loysnaðu, tá ið kaffidussurin leitaði sær at varrakanti: “ Rópa nú! ........ nú?”
Sært tú, nú er tað ikki danskt, sum er ringast fyri føroyska málið, men tað anglisaksiska og hetta kjakið helt á fram upp í gjøgnum trappurnar í skúlanum, eftir gongini og inn í stovurnar. Her hevði eg stóra virðing fyri skyldmanninum, Kristini, sum á skilagóðan hátt førdi seg fram og greiddi ofta torskildar málsliga spurningar á ein natúrligan hátt. Hetta eri eg honum sera takksamur fyri.
Fjallgonga, sangur og fótbóltur.
Fuglafjørður er ein ediligur staður, har bygdamentanin livir sítt trygga lív. Ja, onkur hevur sagt, at vit ikki ríða sama dag, vit saðla, men hóast tað, koma vit altíð fram.
Tá ið sløtturin er fyri, sæst Kristin sláa uppi í Fløtugerðinum. Hann og Ditliv Róin plaga at vera teir, sum trúliga ár um ár standa so stinnir og loysa strá við líggja á hesum føgru teigum. Somuleiðis hava teir á sama stað havt veltu so langt aftur, meg kann minnast.
Tað er ein dýrgripur at verða við í tí dagligu gongdini í bygdini, sum hevur við okkara gomlu mentan at gera. Eitt er sløtturin, men at fara á fjall spekir bæði sál og sinnið. Her hevur Kristin verið drúgvur bæði í bóndans garði og hinum hagapørtunum, har óðalshendur tóku seg niðanfrá snimma á morgni bæði í Skarðhaga, Fjalli, Gjógvará og Innandals. Hann hevur verið fjallmaður hjá Fritleif bónda Norðuri í Haga í mong ár. Hetta umrøddi hann við nýtum orðum á kvøldsetuni um seyð og seyðahald fyri tveimum árum síðani. Hann tók hesa ódn eftir faðir sín. Jú, hetta nørdi um kvøldsetuna, so væl hann dugdi at siga frá.
Kristin sang við Fuglafjarðar sangkóri í sjeyti árunum og var eisini formaður í sangkórinum í nøkur ár. Hann var ein góður tenorur, nærlagdur og álítandi. Spell hann helt uppat í hesum rakstri, men hvat, tú nært ikki alt, tí má ein gera eitt val, hvat var nú best fyri meg og mínar seyðir?
Tað er so mangt, sum kundi verið tikið fram, men lat meg nema við fótbóltin. Kristin var howbakkur hjá ÌF í mong ár. Ja, her sást tú mannin, so væl hann røkti sítt pláss. Hetta var ein onnur fjallgonga, ein onnur ódn, ið maðurin hevði. Skjótur og ágrýtin og fekk bóltin væl út um miðjuna til teir fremstu leikararnar. Nú liggja fleiri av teimum, sum fingu bóltin frá Kristini undir grønu torvu, men hesi minni koma nú fram, nú tey sjeyti árini eru komin at borði.
Endi
Greinskrivarin var onkuntíð høgri howbakkur, og kann eg reypa mær av, at hava skotið mál ímóti Skála. Hetta var so dárandi, tí skálagentur hildu, at tað var Kristin, sum hevði skotið hetta mál. Sum ein elduvíkskona segði, tá ið dóttir hennara var vorðin trúlovað við drongi úr Syðrugøtu: ”Tað var ikki friður av gøtumonnum síðani gummiskógvarnir vóru uppfunnir!” Teir komu tíðan á gátt í Elduvík. Eg veit ikki, hvussu nógvar skálagentur komu á gátt hjá Richardi og Fransisku eftir hetta dárandi spark og mál, og um tey blivu troytt av hesi vitjan, men Kristin fekk sín kærleika gróðurfestan í Leirvík, har hann og Dinna blivu væl og vórðu trúlovað og giftust. Dinna hevur verið honum ein góður stuðul, og fingu tey trý børn saman. Rúnu, Hallu og Fróða .
Ja, Kristin, takk fyri rættlesturin, sum tú hevur havt, tá ið eg havi sent tær okkurt, sum eg havi skrivað. Tú ert millum frægu føroyingarnar, sum duga málið, og lagaligur hevur tú verið. Stóra tøkk afturfyri skalt tú hava.
-----
Frits, skyldmaðurin