Kristin Michelsen sleppur at røkja bæði størvini

Nú er avgerðin fallin á Tvøroyri.

Í skrivandi stund er býráðsfundur á Tvøroyri við nógvum ymiskum málum á skránni. 

 

Eitt teirra er spurningurin um, hvørt Kristin Michelsen sleppur at røkja bæði sessin sum borgarstjóri og sum løgtingslimur. 

 

Avgerðin er júst fallin í tí málinum, og úrslitið gjørdist at fýra atkvøddi fyri, meðan tvey umboð hjá Javnaðarflokkinum - tað vil siga tey, sum stillaðu upp á Javnaðarlistanum til kommunuvalið - ikki greiddu atkvøðu og ein hjá Javnaðarflokkinum atkvøddi nei. 

 

Tað vil so siga, at úrslitið gjørdist 4-3 og sostatt sleppur Kristin Michelsen framyvir eisini at røkja báðar sessir. 

 

Tað hevur annars verið nógv rok um júst hendan spurningin um at røkja tveir politiskar sessir. Í síðsta valskeiði slapp Jógvan Skorheim ikki at sita í báðum sessum, tí býráðið í Klaksvík ikki góðtók hetta. Hetta valskeiðið er støðan tó broytt í og við, at Jógvan Skorheim hevur fingið góðkenning frá nýggja býráðnum í Klaksvík at røkja báðar sessir. Tað sama hevur Pauli Petersen, borgarstjóri í Vestmanna og tingmaður fyri Tjóðveldi. 

 

Annika Olsen úr Fólkaflokkinum valdi sjálv at siga løgtingssessin frá sær, tá ið hon fekk borgarstjórasessin í Havn. Hon hevur eisini sjálv áður verið fortalari fyri, at ein persónur einans kann røkja ein politiskan sess.