– Prinsipielt haldi eg ikki, at tað ber til at røkja tvey størv.
Tað segði Bogi Johannessen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin á Tvøroyri.
Í gjárkvøldið viðgjørdi býráðið eina umsókn frá Kristini Michelsen, borgarstjóra um at fáa loyvi til at verða løgtingsmaður eisini, afturat tí, at hann er borgarstjóri.
Tað tók meirilutin í býráðnum umdir við, men tey trý umboðini fyri Javnaðarflokkin tóku ikki undur við tí.
Bogi Johannessen ásannar, at tað er heilt øgiliga harmiligt, at tey eru í eini støðu, at tað hevði verið ein løgtingsmaður norðaneftir, sum hevði tikið sæti á tingið, sleppur Kristin Michelsen ikki at sita á tingi. Men prinsipielt eri eg ímóti tí, leggur hann afturat.
Súsanna Bertholdsen, sum eisini er býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, er av teirri sannføring, at Kristin Michelsen eigur ikki at hava sæti á Løgtingi, samstundis sum at hann er borgarstjóri.
Hon heldur, at Tvøroyri er ein so mikið stór kommuna, at borgarstjórin eigur at vera til staðar og eigur at vera tøkur hvønn dag.
– Nógvar av teimum stóru vælferðartænastunum eru lagdar undir kommunurnar og tær krevja bæði nógva orku og nærlagni, sigur hon
Og hon hugsar eisini serliga um tær avbjóðingar, Tvøroyri, og Suðuroyggin sum heild, hava í royndunum fyri at fáa fólkatalið at veksa og í royndunum fyri at skapa menning.
Tí skal borgarstjórin vera á einum staði, og tað er á Tvøroyri, heldur hon.
Hon var eisini tann einasti býráðslimurin, sum atkvøddi ímóti, at Kristin Michelsen skal sleppa at hava sæti á Løgtingi, samstundis sum at hann er borgarstjóri.
Les eisini: Tí má Kristin Michelsen sleppa at sita á Løgtingi