Kristianna Winther Poulsen tekur sæti á Løgtingi

Jógvan Skorheim tekur við starvinum sum borgarstjóri í Klaksvík í morgin og hevur av somu orsøk tikið farloyvi frá Løgtinginum. Kristianna Winther Poulsen, sum varð triðvald hjá Sjálvstýrisflokkinum, fer at røkja tann sessin nú.

Við útvarpið sigur Kristianna Winther Poulsen, at hon er ikki eins konservativ sum partar av samgonguni.

- Men eg eri við í samgonguni, og eg ætli mær at taka støðu í hvørjum einstøkum máli sum partur av samgonguni, sigur Kristianna Winther Poulsen við Kringvarpið. Tað verða serliga útbúgving, mentan og skúlamál, hon ætlar sær at stríðast fyri.

Kristianna Winther Poulsen fekk 200 atkvøður á løgtingsvalinum. Jógvan Skorheim fekk 245 atkvøður, og Kári P. Højgaard, formaður, fekk 317 atkvøður.

Kári á Rógvi, fyrrverandi løgtingsmaður og floksformaður, er varamaður hjá Kristonnu Winther Poulsen.