Hvat er ætlanin at gera fyri at lúka treytirnar í altjóða sáttmálanum um at avmarka útlátið frá skipunum? Tað vil Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, nú hava at vita frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í orku- og umhvørvismálum.
Hon minnir á, at í síðsta mánað skrivaðu limalondini í IMO, sum er sjóvinnufelagsskapurin hjá ST, undir eina avtalu um, at í 2050 skal CO2-útlátið frá skipum verða 50 prosent minni enn tað er nú.
Kristianna Winther Poulsen vísir á, at eftir avtaluni hevur sjóvinnan hevur bundið seg til at minka útlátið niður í einki, skjótast til ber í hesi øldini. Stutttíðarmálið er eisini, at verandi, og nýggj skip, verða útgjørd til at brúka orkuna betur, men í longdini er málið at minka CO2-útlátið eina helvt í 2050.
Samstundis vísir hon á, at samgongan hevur sett sær glæsilig mál um at í 2030 skal øll elorka á landi vera varandi orka.
– Hinvegin hevur orkunýtslan á sjógvi higartil ikki fingið ta stóru rúmdina á politiskari dagsskránni í Føroyum, og tað kann undra, tá ið vit hava í huga, hvussu stóran týdning havið hevur fyri okkara tilveru og okkara tilverugrundarlag, sigur Kristianna Winther Poulsen.
Hon sigur, at altjóða krøv eru til skip og sjóvinnu um at hugsa um náttúruna, og tað merkir at eisini reiðarí skulu laga seg til ein grønari rakstur. Hon leggur afturat at spurningurin er so, hvussu langt føroyski skipaflotin er frá at lúka hesi krøvini í nýggju avtaluni, og hvørji politiski tiltøk skulu til fyri at hesi krøvini kunnu gangast á møti.
Tí vil hon hava Sirið Stenberg at greiða frá, um tað yvirhøvur er neyðugt at seta tiltøk í verk, fyri at fáa føroyska skipaflotan at lúka treytirnar í avtaluni, og hvørji tey tiltøkini eiga at vera. Men Landsstýriskvinnan skal eisini greiða frá, hvørjar avleiðingarnar kunnu verða, skuldi tað víst seg, at føroyski skipaflotin lýkur treytirnar í avtaluni.
Men annars við Kristianna Winther Poulsen eisini hava Sirið Stenberg at greiða frá, hvørja støðu hon annas hevur til avtaluna um útlát frá skipum, og um tað er hennara áskoðan, at Føroyar altíð skulu taka neyðug stig til at fylgja slíkum altjóða avtalum.