Kristið par sleppur ikki at hava børn í pleygu

Stór mótstøða ímóti samkyndum hevur við sær, at eini hjún ikki sleppa at verða pleyguforeldur í Bretlandi.

 Tað hevur bretski hægstirættur gjørt av.

Eunice og Owen Johns eru partur av eini pinsakirkju í Derby, og tey bjóðaðu seg fram sum pleyguforeldur, tá ið sosialu myndugleikarnir søktu eftir pørum at taka børn í pleygu. Men parið varð noktað at fáa nakað barn í pleygu, og orsøkin var, at teirra sterka kristnað trúgv gjørdi, at tey vóru ímóti samkyndum. Málið endaði í rættinum, og felagsskapurin Christian Legal Centre hjálpti parinum í Derby. Men mánadagin gjørdi hægsti rættur í Bretlandi sína niðurstøðu, og hon var, at ”lógin ímóti diskriminatión av samkyndum telir meira enn rætturin til ikki at verða diskrimineraður av átrúnaðarligum orsøkum.” Harvið fingu sosialu myndugleikarnir í Derby viðhald í síni niðurstøðu.