Seinasta árið hevur Kristel gjørt meiri um seg, og sangurin "It's Killing Me" hevur verið nógv spældur i tí føroyska kringvarpinum. Kristel hevur eisini verið í umferð á radiostøðum hjá DR, har hon er nevnd fleiri ferðir.
Nú er songkvinnan aftur klár við nýggjum sangi, sum hevur heitið “One Slow Burn”. Lagið er skriva av kendum sangskrivarum úr Nashville, sum áður hava arbeitt saman við eitt nú countrystjørnum Mirinda Lambert og Kacey Musgraves. Óli Poulsen hevur ljóðblandað.
Eisini er songkvinnan aktuell við nýggjum videolagi til “One Slow Burn”, sum kann síggjast niðanfyri.
Kristel Lisberg fer umframt hetta eisini at spæla á Summarfestivalinum leygardagin kl. 19.15. Tá fer hon at hava konsert í Tjaldinum saman við bólki sínum. Har fer hon fer millum annað at spæla síni egnu løg, men eisini kend countryløg.
##med2##