Kristel er farin í country-hattin: Sí nýggja videolagið her

Fyri tveimum árum síðan fór føroyska sangarinnan Kristel Lisberg til countrybýin yvir teimum øllum, Nashville, at gera nýggjan tónleik. Og nógv er hent síðan tá. Ja, Nashville hevur í roynd og veru broytt hennara lív nokkso nógv, kann man siga. Hon hevur bæði funnið seg sjálva tónleikaliga, skrivað og innspælt nýggjan tónleik – og ja, so hevur hon eisini funnið kærleikan har í trummusláaranum hjá legendariska rock-bólkinum Toto. Alt hetta kunnu tit lesa meira um í nýggjasta Sosialinum, sum er komin út í dag…

Covermyndin til nýggju útgávuna “Say Goodbye” (Mynd: Karol Truszynski)

Men í dag gevur Kristel Lisberg eisini eitt spildur nýtt staklag út – og tað kunnu tit hoyra her.

 

Lagið er upptikið í Nashville og kallast ”Say Goodbye”.

 

Sjálv er hon glað fyri úrslitið.

 

– Eg havi altíð ynskt at gera autentiskan country tónleik. Tað hevur verið ein dreymur, síðan eg var smágenta. So tí er tað stórt fyri meg, at dreymurin endiliga verður til veruleika, sigur hon.  

 

– Eg hevði jú trúði aldrin, tað fór at lukkast á henda hátt… Men seinastu tvey árini havi eg bara hugsað, at eg má fara allan vegin og satsa alt.

 

Hoyr nýggja lagið og síggja videolagið her:

 

##med2##

 

Seinni í ár koma fleiri stakløg av komandi útgávuni út, sum longu eru innspæld. Kristel fer eisini skjótt aftur í studio at innspæla enn meira tónleik í Nashville, har hon eisini hevur fingið sjeik – Shannon Forrest, ið spælir trummur hjá Toto.

 

Kristel hevur roynt seg við popp-tónleiki seinastu árini, men er glað fyri at vera komin aftur á country-vognin.

 

 – Tað følist, sum øll í Nashville skilja tann tónleikin, eg brenni fyri. Hetta er tann stílurin, eg havi droymt um at syngja. Eg føli, eg endiliga havi funnið meg sjálva. Hjartað hevur jú altíð ligið í country, sigur hon.

 

– Ofta virkar tað sum at fólk generelt hava eina rættiliga stirvna fatan av, hvat country er. Sum um tey halda, at og ómodernað.  Men tað er tað ikki. Country er kul og feitt, og vit lurta í roynd og veru øll eftir tí, uttan altíð at vita tað, sigur Kristel Lisberg.

 

##med3##

 

Les longri samrøðu við Kristel Lisberg í Sosialinum.

 

Covermyndin til nýggju útgávuna “Say Goodbye” (Mynd: Karol Truszynski)