B68 hevur eina lítla favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum

Her eru oddsini upp á dystin B68-Víkingur

Savnsmynd frá 2024

Bátafestivalur er á Toftum í dag, og klokkan 17 spælir B68 dyst á Svangaskarði móti 07 Vestur í Betrideildini hjá monnum. 

 

B68 er næstaftast í deildini við fýra stigum, og 07 Vestur er aftast við bert einum stigi.

 

Í teimum seinastu 20 dystunum millum liðini hevur B68 vunnið níggju dystir, og 07 Vestur hevur vunnið átta dystir. Tríggir dystir eru endaðir við javnleiki. 

 

B68 hevur eina lítla favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til B68 liggja millum 1,91 og 2,00.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,50 og 3,95.

 

Oddsini upp á útisigur til 07 Vestur liggja millum 3,00 og 3,31. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##

 

Savnsmynd frá 2024