Hava samtykt 70 ára pensjónsaldur

Við 16 atkvøðum fyri og 13 ímóti varð uppskotið um at hækka pensjónsaldurin til 70 ár

Løgtingið hevur samtykt við aðru viðgerð uppskotið hjá landsstýrinum um at hækka pensjónsaldurin til 70 ár. 

Tað varð gjørt við atkvøðunum hjá samgonguni, sum í dag vóru 16. Andstøðan, sum í dag hevði 13 atkvøður, atkvøddi ímóti.

Uppskotið skal aftur til 3. viðgerð, sum verður á skrá fríggjadagin.

Tað var ein treyt hjá Framsókn, at pensjónsaldurin skuldi hækka til 70 ár skjótari enn ætlað var við galdandi lóg um fólkapensjóns, sum varð samtykt í 2017. Hetta er fyri at bøta um langtíðarhaldføri í búskapinum, verður sagt.

Uppskotið hjá landstýrinum tíðartreytaða pensjóns varð eisini samtykt somuleiðis við atkvøðunum 16 fyri og 13 ímóti.

Atkvøðugreiðslan var soleliðis:

##med2##

##med3##