Hillerød hevur vunnið niðara endaspælið

Liðið hjá Daniel Johansen og Adrian R. Justinussen fekk eitt stig við sær úr Hobro

Daniel Johansen og Adrian R. Justinussen vóru við frá dystarbyrjan, tá Hillerød í dysti á útivølli í niðara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini spældi móti Hobro.

 

Hóast Hobro fekk ein mann útvístan beint áðrenn steðgin, og hóast Hillerød hevði bóltin 70 prosent av tíðini, og hevði væl fleiri royndir á málið, so eydnaðist tað ikki liðnum úr Sælandi at vinna dystin. 

 

Men málleysi javnleikurin var nóg mikið til at tryggja Hillerød sum vinnara av niðara endaspælinum.

 

Nú tríggir dystir eru eftir at leika hevur Hillerød 46 stig. Hobro og B93 hava 35 stig hvør, og tey kunnu í mesta lagi røkka 44 stigum.

 

Komandi hóskvøld klokkan 18 tekur Hillerød móti B93 á heimavølli.