Í døgunum 13 - 19 juli verður HM í IPC svimjing í Glasgow, har 580 svimjarar úr 70 londum eru við
Einasti føroyski svimjarin í kappingimi, er 16 ára gamla Krista Mørkøre úr Klaksvík, og hetta er fyrstu ferð, hon roynir seg í einum HM, sum er størsta kappingin undan paralympisku leikunum, sum verða í Rio De Janeiro í September 2016.
Hon er við í fimm kappingum, í bólkinum S10 og SB9, sum eru sterkastu bólkarnir fyri tey ið hava rørðslutarn.
Higartil í ár hevur Krista svomið í DM og German open. Kappingarnar hava gingið væl, og hon hevur sett persónlig met í øllum kappingunum og hetta hevur givið henni rætt at vera við í HM, sigur Ítróttarsambandið fyri Brekað, ÍSB.
Annars standa nógvar spennandi avbjóðingar standa fyri framman hjá henni. Í august skal hon á eina 10 daga langa venjingarlegu, har hon fer at venja undir olymiskum venjarum, og síðani verður tað Nordisk Mesterskab í Bergen í oktober.
Størsta máli hjá Kristu eru paralymisku leikirnir í Rio De Janeiro2016, men áðrenn hetta verður EM í portugal sum er seinasta stóra kappingin undan Paralympisku leikunum.










