Kringvarpsstýrið vil ikki á fund við tíðindafólkini

Tíðindadeildin í Kringvarpinum fekk mikudagin svar frá stýrisformanninum, Rúna Heinesen um áheitan um fund í sambandi við, at Jón Brian Hvidtfeldt er sagdur úr starvi sum tíðindaleiðari. Í stuttum er svarið, at stýrið havnar ynski okkara um at fáa í lag ein fund við stýrisformannin.

- Vit á tíðindadeildini hava tó framvegis ta fatan, at tað er týdningarmikið, at vit fáa greitt stýrinum frá okkara síðu av sakini, siga stravsfólkini á tíðindadeildini í svari til stýrisformannin, Rúna Heinesen.

Rúni Heinesen vísir í svarinum til tíðindadeildina á, at málið um játtanina til tíðindadeildina verður á skrá á fyrstkomandi stýrisfundi. Tað fegnast siga starvsfólkini seg fegnast um, men í kæruni til stýrisformannin um stjóran, Anniku Mittún Jacobsen, staðfestir tíðindadeildin, at stjórin hevur ikki neyðugu førleikarnar at meta um, hvussu tíðindadeildin skal rekast á ein fakliga forsvarligan hátt og í samsvari við kringvarpslógina og fjølmiðlaábyrgdarlógina.

Starvsfólkini siga, at stýrið eigur at hoyra báðar partar í málinum, til tess at fáa eina fullfíggjaða mynd av málinum. Tey eru als ikki samd við stjóranum um fíggjarkarmin, sum hon heldur, at tíðindadeildin kann rekast innanfyri.

- Sum fakfólk ávara vit staðiliga ímóti hesum, tí úrslitið verður fakliga og menniskjansliga óforsvarligt, siga tey í skrivinum til stýrisformannin.Víðari siga tey:

- Hoyra tit í stýrinum bert stjóran, fáa tit bert innlit í ta einu síðuna av málinum. Vandi er fyri, at stýrið og stjórin kunnu taka avgerðir, ið eru illa grundaðar og sum sostatt koma aftur um aftur. Vit á tíðindadeildini hava ilt við at skilja, at tit ikki vilja taka ímóti slíkari upplýsing, siga starvsfólkini á Tíðindadeildini millum annað í brævinum til Rúna Heinesen, formann í stýrinum fyri Kringvarpið.