Atgongdin til altjóða samfelagið. Útlendingamálið. Vaksandi stættarmunur. Og vantandi búskaparstýring.
Hetta eru økini, sum andstøðuleiðarin Høgni Hoydal eftirlýsir í nýggjársrøðu løgmans, sum er prentað aðrastaðni í blaðnum.
- Nýggjársrøða løgmans var burturav afturlítandi og ásannaði vantandi politisk mál. Trupulleikarnir og tær veruligu avbjóðingarnar, ið skulu loysast í nýggja árinum og teimum komandi, vóru mestsum heilt burtur, metir Høgni Hoydal.
Formaðurin í Tjóðveldi metir, at tey framstig, sum eru farin fram í 2007, ikki eru farin fram orsakað av landsins politisku leiðslu, men heldur hóast eina ABC-samgongu uttan nøktandi politisk mál.
- Løgmaður nevndi eitt nú minnilutaverju og tolsemi, umhvørvismál, luttøku í altjóða samstarvi, samleika og almennan málpolitikk. Men her kunnu vit bert sum tjóðveldisfólk staðfesta, at øll politisk stig á hesum økjum eru reist av tjóðveldisfólki, meðan vantandi mál og politiskar forðingar hava ligið millum ABC-flokkarnar, sigur Høgni Hoydal.
Sleppið løgmansrøðuni!
Eitt er innihaldið. Annað er tíðarskeiðið, sum orsakað av valdegnum tann 19. januar eftir andstøðuleiðarans tykki gerst partur av einum valstríði.
- Kringvarpið átti orsakað av hesi støðuni at slept nýggjársrøðu løgmans, tí røðan gerst orsakað av valdegnum um tríggjar vikur eitt høvi hjá løgmanni at seta farna árið og sína løgmanstíð í eitt bjartari politiskt ljós nú undan løgtingsvalinum, metir Høgni Hoydal.
Skattalættin
Høgni Hoydal fegnast um, at løgmaður nevndi “tann nýggja stættarmunin”, sum hann málber seg. Og sjálvur nevnir hann skattalætta samgongunnar sum størstu hóttanina móti nýggja stættarbýtinum.
- Her mugu vit sum tjóðveldisfólk fegnast um, at løgmaður nú ásannar tann skeiva politikkin, samgongan hevur rikið við heilt óneyðugum skattalættum, sum hava skapt sera stóran ójavna millum fólk og skeiklað búskapin avgerandi, sigur Høgni Hoydal at enda.