Kringvarpið kann gevast at stroyma

Fara enn fleiri feløg at nokta Kringvarpinum at senda sínar dystir, er hugsandi, at KVF gevst at stroyma fótbóltsdystir.

Føroysku fótbóltsfeløgini halda seg ikki fáa nóg nógv burtur úr at Kringvarp Føroya vísir føroyskar fótbóltsdystir á heimasíðu sínari beinleiðis. Hetta er orsøkin til at feløg sum KÍ, AB og EB/Streymur ikki loyva Kringvarpinum at vísa sínar heimadystir.

 

Johnny í Grótinum, stjóri í Kringvarpinum, sigur, at tað er ósannlíkt, at Kringvarpið fer at rinda feløgunum fyri rættindini at senda frá dystunum.

- Eg skilji væl, at feløgini ynskja at fáa meiri burtur úr, men eg haldi tey undirvurdera, hvussu nógva umrøðu tað skapar, at dystirnir verða sendir, sigur hann og heldur, at meiri umrøða skapar meiri áhuga og førir til fleiri áskoðarar.

 

Í einum brævi til KÍ skrivar Johnny í Grótinum eisini, at avgerðin hjá KÍ um ikki at loyva Kringvarpinum at senda frá sínum dystum, kann fáa avleiðingar fyri avgerðina hjá KVF yvirhøvur at senda føroyskar dystir.

 

- Vit skulu minnast til, at tað ikki einans er KÍ, sum ikki gevur okkum loyvi, men trý feløg av teimum 10. Skuldi tað víst seg, at enn fleiri feløg nokta okkum at senda, mugu vit endurmeta, um vøran, sum vit bjóða er nóg góð ella um vit kanska heldur skulu taka tilboðið burtur, sigur Johnny í Grótinum.

 

Í Vikuskiftissosialinum er meiri um evnið. Har verður tosað við formennirnar í KÍ og NSÍ, Tummas Lervig og Dánial Hansen, Leivur Fredriksen, ítróttarredaktør í Kringvarpinum og Virgar Hvidbro, aðalskrivara í FSF. 

 

Av tí at tað er Kristi Himmalsferðardagur í morgin, verður Vikuskiftissosialurin ikki borin út fyrr enn fríggjadagin. Hann er tó at fáa í sølubúðunum í miðstaðarøkinum longu í kvøld. Ella trýst her fyri at keypa eitt hald og lesa Sosialin á netinum.