- Jú, lesarabrævið er í stríð við okkara politikk. Tað hava vit eisini greitt honum frá. Men eg vil staðfesta, at Heini í Skorini var ikki í starvi í Kringvarpinum, tá lesarabrævið varð skrivað, og at hann somuleiðis ikki starvast sum tíðindamaður í dag. Tað sigur Solby Eliasen, sum er programmleiðari í Kringvarpinum, við Rás2 í dag.
Norðoya Sambandsfelag ger í dag greitt, at felagið skilir ikki, hvussu Heini í Skorini kann siga sína hjartans politisku meining, og samstundis starvast í Kringvarpinum.
- Vit hava valt at taka málið upp við leiðsluna í Kringvarpinum, tá vit í framtíðini fara at hava trupult við at skilja, um stovnurin loyvir sama persóni at virka sum neutralur politiskur viðmerkjari, sjónvarpsvertur ella tíðindamaður, skrivar Norðoya Sambandsfelag í brævi, sum er sent fjølmiðlunum.
Heini í Skorini hevur ikki starvast í Kringvarpinum seinastu tveir mánaðirnar, men hann skal aftur í vetur leggja mentanarsendingina ?Refleksjón? til rættis.
Solby Eliasen vísir aftur og aftur á, at Heini í Skorini hevur mentan sum sítt arbeiðsøki, og hann er ikki á politiska leikvøllinum sum tíðindamaður.
- Vit vilja raðfesta mentan hægri, og tí er hann fulltíðarsettur til ársskiftið.
Men Heini í Skorini hevur starvast sum tíðindamaður í fleiri førum. Er lesarabrævið orsøkin, at hann ikki verður á tíðindadeildini?
- Nei, orsøkin er einføld. Vit vilja varpa ljós á mentanina, sigur Solby Eliasen við Rás2 í dag.
Heini í Skorini skrivaði lesarabræv fyri gott og væl tveimum vikum síðan, har hann legði eftir verandi samgongu og løgmanni.