Theodor Eli Dam Olsen
.....
- Einastu vinnararnir eru teir politikarar, sum ikki vilja hava slíkar stovnar, og nú vita vit, at teir eru í meiriluta.
Tað segði fyrrverandi kringvarpsstjórin, Jógvan Jespersen, við Sosialin í seinastu viku um ta truplu fíggjarligu støðuna, Kringvarpið er í.
Er hetta málið í einum nøtuhylki? Hví skulu vit hava eitt sterkt alment kringvarp?
Tað skulu vit sjálvandi fyri at tryggja okkum dygd, demokrati og dannilsi!
Dygdina, ið bara ein stovnur megnar at geva, ið ikki hevur til endamáls bara at endurgeva óviðgjørd lesarabrøv ella sjónarmið ella fremja handilsslig áhugamál, men at viðgera evni journalistiskt og mentanarliga. T.d. er tað ikki endamálið hjá einum kringvarpi bara at prenta lesarabrøv ella at fortelja okkum, hvør køkur er best hesi jólini.
Demokratiið, fólkaræðið, er ikki ein spurningur um, at meirilutin vinnur á minnilutin fjórða hvørt ár. Hetta síggja vit alt ov ofta, har avgerðir verða tiknar av samgongum, meirilutum, og ikki av fólkavaldum samkomum, sum t.d. løgtingið er.
Demokrati er upplýsing og viðgerð av tí, sum hendir í samfelagnum. Orðaskifti, so fólk verða før at taka støðu og hugsa sjálv. Kritiskir spurningar um tað, sum fer fram.
Tað var guðfrøðingurin Hal Koch, sum segði, at í einum fólkaræði er tað ikki nøktandi bara at atkvøða um mál. Samrøðan er tað avgerandi.
Kendasta dømið hjá Koch, ið hann ivaleyst hevur fingið frá Lutheri, er um Orðið og Svørðið. Orðið er berandi í einum fólkaræði, meðan svørðið er atkvøðugreiðslan: valdsnýtsla uttan trygd fyri, at vit skilja hvønna annan. Svørðið má til viðhvørt, tíverri, men Orðið er neyðugt, um fólkaræðið skal rigga. Svørðið kann noyða, men bara orðið kann sannføra og upplýsa.
Til hetta krevst, at vit sum fólk eru dannað. Ílatin til at skilja samfelagið, soleiðis at vit eru før fyri at fara á val fjórða hvørt ár og annars taka lut í orðaskiftinum í landinum. Kenna sjónarmiðini hjá okkara mótparti og virða tey, eins og vit hvessa okkara egnu argument.
At privatisera ella enntá at avtaka demokrati og dannilsi er púra burturvið, og tað skapar so í øllum førum ikki dygd.
Tað er kanska tað, sum er við at henda í hesum døgum, nú politiska skipanin ikki megnar at skapa kringvarpinum karmar.
Skal alt útlisiterast?
Fer ein privat fyritøka at tíma at senda klassiskan tónleik? Morgunlestrar við guðfrøði á høgum støði? Ella kanska eina rannsakandi dokumentar um makrelin?
Neyvan.
Tí er neyðugt at veita kringvarpinum tryggar inntøkur, sum fylgja prístali og lønarvøkstri.
Einans eitt samfelag við politikarum, ið vil hava eitt upplýst fólk – við dygd, demokratii og dannilsi - tekur undir við einum sterkum óheftum public service stovni.
Gera vit tað?
(Undirritaði er stýrislimur í Kringvarpinum)