Vinjard Johansen
-----------------
Kringvarpið sendi Dagur & Viku og eina nýggja føroyska sending, Frætt og Fregna, samstundis sum Anna stríddist í X-faktor.
Anna Nygaard sang sum ein dreymur fríggjakvøldið í X-faktor, og var tað púra óvæntað, at hon gleið út og ikki fekk møguleikan, at vera partur av finaluni í Parkini 27. mars.
Flestu føroyingar eru stoltir av at eiga eina stóra stjørnu, og Anna Nygaard hevur gjørt eitt bragd fyri Føroyar.
Tað verður ofta tosað um at branda Føroyar og brúka okkara vørur til at gera landið kent. Hetta hevur Anna gjørt væl og virðuliga, meðan okkara støðsti fjølmiðil »Kringvarpið« snork svevur í tímanum.
Kringvarpið sendi Dagur & Viku og síðani eina nýggja føroyska sending, Frætt og Fregna, samstundis sum Anna stríddist í X-faktor. Ístaðin fyri at síggja møguleikan í Onnu!
Tað burdi verið eitt krav, at Kringvarpið er við til at stimbra okkara brand. Men hetta sá man einki til í kvøld, har ein opin møguleiki hevði verið at samsent X-faktor við DR, soleiðis at allir føroyingar fingu møguleikan at síggja sendingina, og at atkvøða. Hetta hevði heilt greitt givið Annu eina betri plasering, tí talan var um eina sera javna kapping.
At senda X-faktor tveir tímar eftir, at alt er liðugt, er burturspiltur peningur. Vit hyggjarar, ið gjalda fyri at síggja og hoyra tað, ið rørur seg á frontunum, fáa ikki ágóðan av hesum.
Eg haldi, at tað burdi verið eitt krav, at ein almennur miðil var meira kunnaður um, hvat rørir seg í almenna rúminum, og hvat flestu hyggjarar eru áhugaðir í at síggja ella hoyra. Hetta hevur Kringvarpið ikki gjørt nóg gott hesuferð.
Hetta er ein innilig heilsan til okkara almenna miðil. Kunnið tykkum um, hvat rørur seg runt landið, og hvat lurtarin ynskir at síggja ella hoyra.
Varð hetta gjørt, varð X-faktor sammsent við DR fríggjakvøldið, og Anna Nygaard kundi verið aftur at síggja í næstu viku í X-faktor.