Krevur uppsøgnirnar afturtiknar í stundini

Starvsmannafelagið krevur, at ætlanarskrivini um uppsøgn av teimum átta fólkunum verða afturtikin í stundini - Kringvarpið hevði ikki haldgóðar grundgevingar fyri uppsøgnunum ? og tað prógvar Kringvarpið við, at nýggj fólk verða sett í starv, samstundis sum skikkað fólk er millum tey uppsøgdu, sigur Starvsmannafelagið

Starvsmannafelagið krevur, at Kringvarpið tekur aftur øll hoyringsskrivini, sum vóru latin teimum sjey limunum hjá Starvsmannafelagnum 16. desembur 2008.

Kravið er grundað á, at kringvarpsleiðslan ikki hevur haldgóðar grundgevingar fyri ætlaðu uppsøgnunum.

- Samstundis sum ætlanarskriv um uppsøgn verða viðgjørd, hevur Kringvarpið valt at seta nýtt fólk í starv, hóast skikkað fólk eru millum tey, ið ætlanin er at siga úr starvi, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum.

Kringvarpsleiðslan hevur ført fram, at uppsagnirnar gjørdust neyðugar orsakað av brádliga íkomnum tørvi á sparingum í 2009, hon mátti tí siga dugnaligum fólki farvæl.

Men tað er Starvsmannafelagsins greiða fatan, at eingin orsøk er at siga nakran úr starvi orsakað av sparingum í 2009. Sparingarnar orsakað av uppsøgnum av limunum hjá Starvsmannafelagnum eru í 2009 góð hálv millión krónur. Hetta tí øll hava langa uppsagnarfreist og frítíð til góðar. Tey flestu fáa tí løn til og við septembur.

Tilsamans er talan um gott eitt ársverk, sum verður spart burtur í árinum.

- Um tvey av teimum, ið hava fingið hoyringsskriv, valdu at fara niður í hálva tíð í 2009, og Kringvarpið ikki setti nýtt fólk, men umrokerar á stovninum, so sparir stovnurin tvey ársverk uttan uppsagnir. Stovnurin kundi tá sloppið undan tí harðrendu framferðini mótvegis starvsfólkunum á stovninum og tikið sær stundir til at lagt eina skilagóða ætlan fyri tillaging av búskapinum í samráð við eitt nú Mentamálaráðið, sigur Starvsmannafelagið.

Felagið heitir tí á kringvarpsleiðsluna um at taka aftur ætlanarskrivini. Starvsmannafelagið býður sær saman við starvsfólkunum á stovninum og leiðsluni at finna ein leist fyri ætlaðu sparingum uttan at siga fólki úr starvi.

Í øðrum umfari heitir Starvsmannafelagið á stýrið fyri Kringvarpið og Mentamálaráðið um at tryggja starvsfólkunum í Kringvarpinum eina virðiliga viðferð, at sømuligur starvsfólkapolitikkur verður rikin innan tað almenna, og at ætlanarskrivini um uppsøgn verða afturtikin í stundini.