Krevja tiltøk ímóti Hvítarusslandi

Bretland og Týskland vilja hava ES at seta tiltøk í verk ímóti Hvítarusslandi og stýrinum hjá Alexander Lukashenko, forseta. Tey bæði londini siga, at ES eigur at taka neyðug stig, tá ein kreppa er í grannalangum, sum tikið verður til.

Kravið um tiltøk ímóti stýrinum í Minsk kemur frá teimum báðum uttanríkisráðharrunum, William Hauge og Guido Westerwelle, í einari grein, sum teir hava skrivað í bløðunum The Wall Street Journal og Sueddeutsche Zeitung.

Har skriva teir millum annað, at tann harðrenda framferðin hjá Lukashenko-stýrinum ímóti andstøðuni og borgararættindunum er bæði eirindaleys og skipað, og at ES kann ikki sita hendur í favn og hyggja at.

Alexander Lukashenko varð afturvaldur til forseta í Hvítarusslandi tann 19. desember, men nógv ahav ilt við at viðurkenna valið. Tann seinasta mánaðin eru fleiri hundrað andstøðufólk og nøkur forsetavalevni hjá andstøðuni tikin og sett í varðhald.