Krevja ikki at giftast í samkomu ella kirkju

Síðstu tíðina hava nakrar røddir rørt uppundir, at LGBT Føroyar hevur eina goymda ætlan ella krav um, at samkynd í Føroyum skulu sleppa at giftast seg í kirkju ella samkomu

Síðstu tíðina hava nakrar røddir rørt uppundir, at LGBT Føroyar hevur eina goymda ætlan ella krav um, at samkynd í Føroyum skulu sleppa at giftast seg í kirkju ella samkomu.

 

Hetta er ikki rætt.

 

Tað sigur nevndin í LGBT Føroyar í tíðindaskrivi, har sagt verður, at LGBT Føroyar hevur ongantíð havt ætlan um hetta, og fer ongantíð at krevja nakað slíkt av føroyskum samkomum ella kirkjum.

 

– Kravið hjá LGBT Føroyum hevur altíð verið, at LGBT borgarar skulu kunna giftast borgarliga í Føroyum. Ein sjálvsagdur rættur, sum allir hinskyndir borgarar í dag hava. LGBT Føroyar hevur altíð sagt, at samkomur og kirkjur sjálvur skulu sleppa at avgera, hvønn tey ynskja at vælsigna. Alt annað uppáhald er íspunnið, og ein roynd at sáa iva og skapa ótta mótvegis arbeiðinum hjá okkara rørslu, sum er at veita okkara limum javnrættindi í egnum heimlandi, sigur LGBT í tíðndaskrivinum.