Kommunulæknaskipan
Næsta ár verður ein nýggj vaktarskipan sett í verk fyri kommunulæknarnar í Føroyum.
Tað sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum.
Og tað liggur nú eisini greitt, at í hesi nýggju vaktarskipanini, kunnu læknarnir brúka Klaksvíkar Sjúkrahús, nýggju læknamiðstøðini í Klaksvík og annars læknahølini í øllum vaktarøkinum
Sostatt er kravið slept, sum fyrr hevur verið nevnt um, at allir sjúklingar í meginøkinum skuldu til Landssjúkrahúsið til kommunulækna.
Í tíðindaskrivi vísir landsstýrismaðurin á, at seinastu árini er trýstið á kommunulæknarnir alsamt vaksið.
- Høvuðstrupulleikin hevur verið, at tað hevur verið torført at fáa ungar læknar at manna kommunulæknastørvini tí at vaktarskipanin hevur verið ov tung við við nógvum smáum økjum og sostatt nógvum vaktum.
- Frá yngru læknunum hava boðini verið sera greið, at teir ikki eru áhugaðir í at verða kommunulæknar, sum umstøðurnar eru.
Hans Pauli Strøm sigur, at av tí sama er øll trygdin í kommunulæknaskipanini hótt og tí er eisini neyðugt gera eina nýggja vaktarskipan.
Hesi seinastu seks árini hevur síðani verið arbeitt við at fáa eina nýggja vaktarskipan fyri kommunulæknaøkið.
Síðsta summar varð eitt uppskot gjørt, sum fevndi um alt meginøkið og sostatt ikki um Sandoy, Suðuroy og Norðoyggjar. Hetta bleiv viðgjørt sum partur av fíggjarlógararbeiðinum fyri 2006. Men hetta uppskotið var fyri hørðum atfinningum bæði frá politikarum og frá ymsum fakfólki.
Hans Pauli Strøm sigur, at tí varð avgjørt at tillaga skipanina fyri at ganga atfinningunum á møti, men eisini við tí í huga, at fast samband er komið við Norðoyggjar, so tær eisini kundu verða fevndar av skipanini.
- Uttan fyri skipanina koma so bara at vera Sandoy og Suðuroy, sum framvegis koma at hava sína egnu skipan.
Landsstýrismaðurin sigur, at nú er so eitt nýtt uppskot gjørt sum fevnir um alt miðøkið og Norðoyggjar, og har tað eisini er lagt upp fyri teimum politisku afturmeldingum, hann hevur fingið frá bæði samgongu- og andstøðulimum í løgtinginum og frá kommununum.
- Nýggja vaktarskipanin skal setast í verk frá januar 2007, men tey fyrstu tvey árini verða ein royndartíð.
Hans Pauli Strøm sigur, at Kommunulæknafelag Føroya og Meginfelag sjúkrakassa Føroya, hava nú uppskotið til viðmerkingar.
Tríggir læknar á vakt
Hann sigur, at eftir nýggju vaktarskipanini vera tríggir læknar á vakt uttanfyri vanliga viðtalutíð. Høvuðsstøðin verður í nýggju vaktarhølunum á Landssjúkrahúsinum. Her verða boðini givin víðari til vaktirnar úti í økjunum, tá ið tørvur er á tí.
- Ein læknavakt fer at røkja vestara økið, ið fevnir um Vágar og Streymoy, og ein onnur læknavakt fer at røkja eystara økið, ið skal fevna um Eysturoy og Norðoyggjar.
- Haraftrat er avgjørt, at vaktarskipanin eisini kann brúka Klaksvíkar Sjúkrahús, nýggju læknamiðstøðini í Klaksvik og læknahølini í øllum vaktarøkinum, alt eftir hvat læknarnir sjálvir avgera, sigur Hans Pauli Strøm.










