Krevja fongslaðar leiðarar leyslatnar

750.000 fólk vóru við í mótmælisgongu í Barcelona

Í gjárkvøldið var risastóra mótmælisgonga í Barcelona, har fólk kravdu, at 10 limir av katalansku loysingarrørsluni, sum eru fongslaðir, verða latnir leysir.


Mett var, at umleið 750.000 fólk vóru við í mótmælisgonguni, sum fóru ígjøgnum miðbýin í Barcelona.


– Sponsku myndugleikarnir gera seg inn á frælsisrættin hjá okkara fólki, og vit krevja, at fólkini, sum eru fongslað av órøttum, varð leyslatin, segði Joan Carles Roses, ið var við í mótmælisgonguni, við tíðindastovuna AP.

Tey 10 fólkini, sum eru fongslað, eru átta fyrrverandi limir í katalanska tinginum og tveir aktivistar, sum hava tosað fyri katalanskari loysing frá Spania. Í løtuni verða fólkini kannað fyri teirra leiklut í katalansku fólkaatkvøðuni, sum spanskir myndugleikar lýstu ólógliga.