Tey sum hava televarpshald hava havt møguleikan at síggja HM-dystir gjøgnum RÚV, íslendska ríkissjónvarpið á Rás1 seinastu tíðina.
Verturin, Thorsteinn Jod hevur saman við gomlu íslendsku stjørnuspælarunum, Pétur Marteinsson, Auðun Helgason og Hjörvar Hafliðason mannað liðið, sum hevur gjørt viðmerkingar áðrenn og aftaná HM-dystirnar, og eisini í steðginum.
Men hetta heldur forkvinnan í íslendsku javnstøðunevndini, Kristin Ásgeirsdóttir als ikki verða nøktandi. Hon vísir á, at í svenska ríkissjónvarpinum eru bæði kvinnur og menn frásøgufólk og viðmerkjarar, tá tað kemur til fótbóltssendingar.
- Samstundis sum íslendska kvinnulandsliðið í fótbólti hevur gjørt tað framúrskarandi, so virkar tað sum um, at kvinnur ikki skilja ella hava nakran kunnleika um fótbólt. Hvar eru allar kvinnurnar, sum hava spælt fótbólt gjøgnum árini? Halda tit ikki, at tær eisini kunnu fáa frí frá arbeiði, eins væl og hasir mennirnir, sum sita í sjónvarpsstovuni hjá RÚV? Hetta spyr
Kristin Ásgeirsdóttir í samrøðu við íslendska blaðið ?Vísir?.
Kristin Ásgeirsdóttir heldur, at mannligu viðmerkjarnir gera eitt gott arbeiðið, men tá talan er um ein almennan stovn, so hevur ein rætt til at krevja, at kvinnur eisini sleppa at verða viðmerkjarar í tí almenna sjónvarpinum.
Føroyska kringvarpið ger nógv við at brúka kvinnur til fótbóltsfrásagnir innan bæði útvarp og sjónvarp, so tað er møguligt, at RÚV skal leita henda vegin fyri at síggja hvussu hesin leisturin eigur at verða skorin?